torsdag den 30. oktober 2008

Eingi grundøkir.


Valfundur í Kollafirði.

Størsti trupulleikin er at fólk rýma,tí tey fáa einki grundøki. Hetta kom fram frá fundar fólkinum á valfundinum, sum vit høvdu í Café Chil´l í Kollafirði, herfyri. Størsti trupulleikin fyri framburði í Kollafirði er, at har eingi grundøkir eru til sethúsabygging og aðrar almennar og kommunalar byggingar. Hetta hevur eisini við sær, at allur vøkstur í Kollafirði steðgar upp.

Ungdómurin rýmir úr bygdini, fólk koma ikki til bygdina og nógv keypa sær grundøkir og hús í granna bygdunum.

Alt steðgar upp í Kollafirði
Hetta gongur ikki longur, alt steðgar upp, bæði ætlanir um bygging av t.d.nýggjum barnagarði, nýggjur frítíðarskúli, eldraíbúðir og ellisheim.
- Vit mugu fáa skil á hesa negativu gongd, soleiðis, at tað verður livandi aftur í Kollafirði. Vit noyðast at keypa og evt. ognartaka jørð fyri at fáa skil á óskilið, sum her valdar. Tvs. tað má bera
til at bjóða jarðarmonnum og øðrum aðrar góðar avtalur. Soleiðis, at alt ikki steðgar upp.

Hetta er sjálvandi ikki bara sum at siga tað, men vit hava ein stóran trupulleika á økinum, sum má loysast beinanvegin.

Hetta er eisini eitt landsmál.

Hetta er sjálvandi eisini eitt landsmál, men í felag mugu bæði kommunalir og landsmynduleikar
síggja, at alt steðgar upp í Kolla firði.

Fólk koma ikki til bygdina, og fólk rýma úr Kollafirði.

Eg fari, um eg verði valdur inn, at gera mítt til, at skil koma á hesi viðurskifti soleiðis, at fólkið
ikki alt rýmir úr bygdini.

Vel Levi Mørk, eg stuðli tykkum øll, eisini tey sum búgva í Kollafirði.

Ingen kommentarer: