søndag den 2. november 2008

Eg frøist um, at onnur valevinir eru við uppá míni hugskot.

Tilvildarlig mynd av Karlamagnusarbreyt, her er møguleiki fyri, at byggja nýggja
Frítíðarmiðdepil í Hoyvík.






“ Í longdini er besta loysnin at byggja ein nýggjan frítíðarmiðdepil til ungdómin á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík” .
Eg frøist um, at serliga Tjóðveldisflokkurin hevur vent eyguni ímóti mínum hugskotum um at byggja nýggjan frítíðarmiðdepil til ungdómin í Hoyvík. Vónandi fara teir eisini at venda eyguni ímóti mínum ætlanum at styrkja um dagstovanaøkið og ungdómsøkið í Kollafirði og á Argjum.
Men, teir noyðast at vera skjótir, tí stutt er eftir til val. Hetta boðar frá góðum samstarvspolitikki, tað eri eg teimum takksamur fyri.

Frítíðarmiðdepil í Hoyvík og ungdómshús í Kollafirði.
Ja, lat meg endurgeva fra mínum lesarabrævi í Sosialinum dagfest 07.10.2008 um frítíðarmiðdepil í Hoyvík og ungdómshús í Kollafirði. “Eg haldi, at í longdini er besta loysnin at byggja ein nýggjan frítíðarmiðdepil til ungdómin á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík”. og frá einum øðrum lesarabrævið hjá mær í Sosialinum, “Lat okkum halda fokus á ungdómin fyrst og brúka ítróttarhøllina í Kollafirði til ungdómshús”.Endurgeving enda.

Politiskar raðfestingar.
Eg gleði meg til, at hinir flokkarnir fara at skriva um grønar dagstovnar, dagrøktina, børn við serligum tørvi, ókeypis Internet, 50 metra svimjihyl í Hoyvík, skótar, útróðrarmenn, dansifeløg o.a. Hetta er sjálvandi eisini nakað, sum eg brenni fyri sum heildarpolitikari.

Vel Levi Mørk, valevni á lista C.

Ingen kommentarer: