lørdag den 21. august 2010

Eftirskúlin í Hvalba – stóran týdning fyri okkara samfelag!

 

Hoyvík 04.07.2010

Eg eri vitandi um, at teir umleið 260 eftirskúlarnir í Danmark hava 70 prosent av øllum teimun donsku 10. floksnæmingunum.

Ein má so staðfesta, at eftirskúlin er komin fyri at vera í Danmark, hóast danska stjórnin minkaði stuðilin til eftirskúlarnar í 90-unum. Nú álit um eftirskúlar er gjørt, eri eg eisini samførdur um, at Hvalba er tað rættað plássið at byggja nýggjan eftirskúla, tí har er vøkur náttura, nógv vinnulív, íttróttarmøguleikar og nógv annað, sum ger meg samførdan um, at hetta er tað rættað.

Hví fara á eftirskúla

Fleiri kanningar rundan um okkum vísa til, hví foreldrini lata síni ung fara á eftirskúla, og tað framgongur av foreldrunum, at orsøkirnar eru fleiri. Tað er serliga í Jútlandi at tað er ”inn” at ganga á eftirskúla. Tað er ein partur av danskari siðvenju at fara á eftirskúla, serliga í Jútlandi er áhugin stórur, og teir eftirskúlar, sum liggja eitt nú í Keypmannahavn, hava nógvar næmingar, sum koma frá Jútlandi og Fjóni, meðan tað ikki eru so nógv ung, sum koma úr Keypmannahavn til Jútlands á eftirskúla, hóast talið er høgt.

Hvat siga foreldrini

Foreldrini vilja fegin at teirra næmingur fara á eftirskúla, tí tey hava kanska sjálvi gingið á eftirskúla, og tey kenna eftirskúlan sum sín egna buksilumma, tað er ein tryggur, skipaður og læruríkur skúli, og tey ungu mennast bæði fakliga og sosialt. Ikki at gloyma, at tey vera sjálvi betri fyri at gerast sjálvbjargin og harvið eru betri før fyri at taka skilagóðar avgerðir í framtíðini.

Eftirskúlin styrkir sjálvsálitið

Fleiri kanningar vísa eisini á, at tey ungu, sum hava gingið á eftirskúla, eru eisini betri fyri, tá ið tey koma inn á miðnámsskúlarnar, og tey eru meira sjálvbjargin og hava størri sjálvsálit, og tað er eisini við til at styrkja teirra fakliga og sosiala kunnleika, tá ið tey fara víðar í teirra lívi.

Tað sosiala er altavgerandi

Tað sosiala lívið á einum eftirskúla er eftir mínum tykki tann mest týdningarmikli parturin við eftirskúla- hugsanini, og hetta sæst eisini aftur í álitinum um eftirskúlar, har serligur dentur verður lagdur á kostdeild og sosialar førleikar.

Læra av okkara ringastu krepputíð og fyribyrgja

Vit mugu ikki gloyma krepputíðina seinast í 80 –unum og 90- unum, tá ið eisini okkara ungdómur fór í hópatali til Danmarkar og aðrastaðni undan kreppuni. Nógv ung fóru á Genner og Hygum í áttatiárunum og nítiunum á eftirskúla. Vit hava aftur nú eina búskaparkreppu, men munurin er, at hon er allastaðni í heiminum og ikki sum í 90-unum, tá ið okkara oyggjaland var sera hart rakt.

Trupulleikin í 90-unum var, at størsti parturin av okkara ungdómi ikki kom heim aftur til móðurlandið, men fór beina kós í danskar eftirskúlar og studentaskúlar o.a.

Men her skal eisini nevnast, at búskaparstøða Føroya í 90- unum gjørdi sítt til, at vit mistu ein stóran part av okkara unga ættarliði.


Vit mugu fyribyrgja og hava visónir, hóast stórt hall á fíggjarlógini

Hóast stórt hall á fíggjarlógini og búskaparkreppan stendur við, meti eg, at best er at byggja nýggjan eftirskúla í Hvalba í stundini og ikki nakra aðrar fyribilsloysnir sum røddir eru frammi við. Hasar 40 til 50 millónir krónur er ein íløga langt inn í framtíðina og eg meti eisini at tað skal setast nógv meira pengar av til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár. Nei, vit mugu byggja nýggjan eftirskúla í Hvalba beinanvegin og harvið fyribyrja, at okkara núverandi ættarlið ikki rýmir av landinum. Tá er einki vunnið. Vit skulu heldur ikki gloyma, at um vit ikki styrkja øll økir av landinum, serliga innan skúlagott, standa vit ikki sterk her á oyggjunum.

Men hvat siga tey ungu

Tey ungu, sum eru í hasum málbólkinum, fata seg ikki sum vaksin, men tey ynskja og søkja eftir at blíva vaksin, og hetta er eisini partur av teirra menning. Tey ynskja eisini at slíta seg leys av foreldrinum og harvið leysari teymar við heimið. Men tey søkja og ynskja allatíðina nýggjar avbjóðingar. At taka egnar avgerðir er eisini við til at styrkja teirra egna samleika og tey føla enn meira at ”eg eri eg”. Samstundis læra tey at vera saman við øðrum ungum, sum eftir mínum tykki er tann størsta styrkin.

Skúlin er fyri øll

Í álitinum um eftirskúlan i Hvalba verður eisini nevnt, at skúlin er fyri øll. Hetta er eisini hugsanin hja Grundvig um skúlaskap, at skúlin er fyri øll og ikki bara fyri tey, sum eru sera væl fyri bókliga. Hetta er eisini tankin við eftirskúlanum, har allir næningarnir skulu vera nr 1, við øðrum orðum, at øll eru líka góð.

Tað er umráðandi at hava góðar karmar fyri næmingum við rørslutrupulleikum

Eftir at hava lisið álitið um eftirskúlan, er eitt ivamál, sum eg haldi má avgreiðast beinanvegin, og tað er, at tað skal ikki gerast munur á, um fólk eru rørslutarnað ella eið. Her skal játtan fylgja við, men tað góða, sum stendur í álitinum er, at eftirskúlin er gjørdur til erndamálið at hýsa brekaðum.

Ræðumyndin er fólkaminking

Stór fólkaminking er fyri frammman í Føroyum vísa kanningar og framrokningar, so um vit ikki fylgja við, og hava ítøkuligar visónir, serliga innan skúlaskap og í universitetshøpi, verður støðan nógv verri fyri okkara samfelag. Tí tað eru nógv onnur lond sum vit eru í kapping við, um alt tilfeingið, sum skal skapa trivnað og vøkstur. Tilfeingið er eisini eftir minum tykki útbúgvið og skapandi fólk, sum koma at menna landið langt inn í framtíðina. Tí er tað serliga umráðandi at vit byggja eftirskúlan í Hvalba, sum ein íløgu inn í framtíðina. Um vit ikki fylgja við her, ja so er ræðumyndin enn størri við stórari fólkaminking fyri Føroyar og fólkið ferð har ið fólk eru.

Eftirskúlan í Hvalba beinanvegin

Vit mugu læra av okkara krepputíð í 90-unum og núverandi vánaligu búskapartíð og vera fyribyrgjandi og hava visónir, tí mugu vit fáa set spakan í beinanvegin fyri eftirskúlanum í Hvalba, hóast núverandi fíggjarstøðu, annars sær ræðumyndin størri út. Landsins myndugleikar, ræðfestið rætt og farið í gongd við at byggja eftirskúlan, tí eitt er vist at eftirskúlin hevur stóra týdning og ávirkan fyri okkara samfelag langt inn í framtíðina.

Levi Mørk, býráðslimur hjá Tórshavnar kommunu

Ingen kommentarer: