Skrivað hevur: Levi Mørk 16-01-2009 03.16
Føroya Landsstýri hevur fulla ábyrgd av eldraøkinum og ikki Tórshavnar kommuna!
Nú verður nógv tosað og skrivað um eldraøkið.Eisini fáa fólk ta fatan, at hetta er eitt kommunalt mál. Men, soleiðis er ikki, og verður tað heldur ikki so leingi, at eldraøkið ikki er yvirtikið til kommunurnar at umsita og hava fulla ábyrgdina av. Her hevur eitt nú lands stýriskvinnan í almannamálum Rósa Samuelsen sína støðu í málinum.
Eg loyvi mær at endurgeva ein lítlan part frá Dimmalætting frá samrøðuni við Rósu Samuelsen landsstýriskvinnu við almennamálum frá týsdegnum 13.01.2008.
Endurgeving byrjar.
”Sambært lands stýriskvinnuni við almannamálum kann tað ikki ganga nóg skjótt at fáa fleiri ellis- og røktarheimspláss.
Tørvurin á røktarheimum kring landið er sera stórur. Tí er neyðugt at seta fer á byggingina av ellis- og røktarheimum umgangandi. Endamálið við at hækka stuðulin er at eggja kommununum at fara í holt við at útvega fleiri røktar heimspláss.
Umframt at hækka stuðulin til bygging av ellis- og røktarheimum, verður stuðulin til sambýlir eisini hækkaður. Eg havi fingið undirtøku frá feløgum mín um í Landsstýrinum um at hækka stuðulin til ellis og røktarheim úr 500 túsund í 800 túsund fyri hvørt búpláss.
Tað eru kommunurnar kring landið, ið standa fyri byggingini av ellis- og røktar heimum, men landið letur stuðul til byggingina”. Endurgeving endað.
Her er eingin lóg.
Mær kunnugt er eingin lóg, ið leggur ábyrgdina av eldraøkinum til kommunurnar ella áleggur, at eitt nú Tórshavanr kommuna skal útvega ávís tilboð innan eldraøkið. Talan er tí eftir mínum tykki um eina klokkuklára landsuppgávu.
Men, eg eri sera fegin um, at Rósa Samuelsen hevur fingið undirtøku fyri at hækkað stuðulin frá 500 túsund krónur í 800 túsund fyri hvørt búpláss. So liggur tann parturin ikki eftir, men her er langur vegur á mál.
Eitt nú mugu vit fáa biðitíðina niður, og tá kunnu vit í felag verða glað og veita okkara eldru eina munagóða loysn.
Tey eldru eru syndabukkar
Tí tað eru tey eldru, sum eru í klemmu og harvið syndabukkar í hesum alvorliga máli. Vit hava frá politiskari síðu ábyrgdina av teimun eldru, og landsmyndugleikarnar hava enn fulla ábyrgd á økinum. Lat meg sláa tað rimmar fast. Men tey eldru eru syndabukkar, tað er púra vist.
Støða má takast til býtið millum land og kommunur
Tað er nógv tosað aftur og fram um útlegging av ymiskum økjum til kommunurnar at umsita eisini eldraøkið. Tað er neyðugt, um vit skulu víðari við málinum, at land og kommunur veruliga seta seg saman og loysa hetta mál. Soleiðis at kommunurnar og landi veruliga fáa góð viðurskifti á eldraøkinum, bæði við røkt og fyribyrging. Hetta leggur eitt nú visjón 2015 eisini upp til?
Ein fíggarligur spurningur
Hetta kostar nógvan pening, og tí má tann fíggjarligi parturin verða loystur soleiðis, at kommunurnar fáa nóg mikið av peningi frá landinum til endamálið og ikki sita eftir við rokningini. Nej, her skal ein fíggjarlig útjavning til.
Tórshavnar kommuna sum royndarkommuna
Mær vitandi hevur landið fulla ábyrgd av eldra økinum, og mær er eisini vitandi um, at Tórshavnar kommuna hevur spurt seg fyri hjá landinum um at yvirtaka og harvið taka ábyrgdina av eldraøkinum sum ”royndarkommuna”. Men, aftursvarið frá landsins myndugleikum var nei.
Sjálvandi skal peningur fylgja við frá landinum, um hetta í framtíðini verður veruleiki.
Eftir mínari meining hevði hetta loyst trupulleikan við bíðilistum og harvið kundu tey eldru fingið betri sømdir, sum tey hava uppiborið. Trupulleikin verður ikki loystur sum støðan er í dag, við tað at eldraøkið liggur undir landsmyndugleikunum. Men vit vera ikki ”royndarkommuna” við at yvirtaka og hava ábyrgdina, um tað fíggjarliga ikki fylgjur við.
Vit mugu finna eina felags loysn við dialogi
Niðurstøðan má vera, at vit í Tórshavnar kommunu, fáa eitt prát við Rósu Samuelsen landsstýriskvinnu við almennamálum og royna við dialogi at finna fram til skilagóðar loysnir, bæði fíggjarliga og politiskt forsvarligt fyri allar partar. Harvið fáa vit greiðari linjur millum land og kommunu á eldraøkinum.
Her skal sjálvandi takast hædd fyri fíggjarstøðuni í landinum í dag.
Ellis- og Røktarheim yviri við Strond er ein góð loysn, men loysir ikki allan tørvin!
Eg eri eisini samdur við Hallu Samuelsen, forkvinnu í Sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, at Ellis- og Røktarheim, sum verður bygt Yviri við Strond , er ein góð loysn, men ikki ein loysn sum loysir allan trupulleikan her og nú.
Men, lat meg endurtaka at, Føroya Landsstýri hevur fulla ábyrgd av eldraøkinum og ikki Tórshavnar kommuna!
Ingen kommentarer:
Send en kommentar