lørdag den 21. august 2010

Ongantíð rætt at hækkað tímatalið

Skrivað hevur: Levi Mørk

Hósdagur 1. juli 2010, kl. 12.59, 123/133 - Meiningar

Eg havi fyrr víst á í miðlunum, at tað var ongantíð rætt at hækka tímatalið fyri 1. og 2. flokk

Hetta var gjørt av Mentamálaráðnum undir leiðslu av Jógvan á Lakjuni, fyrrvernadi landsstýrismanni, sum hevði/hevur ábyrgd av undirvísingartímunum hjá skúlunum. Orsøkin til hækkingina var eftir mínari fatan bert vánaliga úrslitið av PISA-kanningini og einki annað.

Tað var hækkað tímatal til 1. og 2. flokk og uttan fakligt kjak millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag, sum skuldi verið við til hesa avgerð.

Ein bólkur var settur av Mentamálaráðnum, uttan umboð fyri Føroya Pedagogfelag, og hetta síggja vit úrslitið av í dag. Mær vitandi hevur heldur ikki verið nøkur eftirmeting, um tað er rætt fyri børn í 1. og 2. flokki at fáa undirvísing upp til 27 tímar hvørja viku.

Frítíðarskúlarnar hava onga fakligheit, og børnini eru blivin til eina goymslu

Tað er ein sera trupul tíð hjá Frítíðarskúlunum kring landið. Námsfrøðingar eru farnir aðrastaðni, og børnini eru blivin til tað reina goymslu, í staðin fyri námsfrøðiligt fagligt innihald osv. Hetta havi eg eisini fyrr víst á í miðlunum og fari tí ikki at endurgeva alla skommina, sum frítíðarskúlarnar hava og eru útsettir fyri.

Landið flytir rokningina til Tórshavnar kommunu mitt í fíggjárinum

Nú hava nakrir skúlar í Tórshavn kommunu boðað frá, at teir hava avgjørt saman við Mentamálaráðnum, at nú skulu 1. og 2. floks tímarnar aftur til frítíðarskúlarnar, og tað er Tórshavnar kommuna sum fíggjar frítíðarskúlarnar. Henda sparing skal fremjast beinavegin, og Tórshavnar kommuna fær eyka rokning mitt í fíggjarárinum. Tað skulu finnast 3 milliónir í ár og 3 milliónir næsta ár.

Teir ófaklærdu námsfrøðingarnar

Tey, sum eru eftir á gólvinum innan frítíðarskúlarnar, nemliga tey nú skjótt bara ófaklærdu “námsfrøðingar” innan frítíðarskúlaøki, verða sjálvandi ikki eftirspurdir ella tikin uppá ráð, tá ið teirra øki verður skorið inn á bein og avgerðir verða tiknar uttan at spyrja tey. Her skal eisini sigast, at tey ófaklærdu gera eitt megnar arbeiði, har liggur hundurin ikki grivin.

Um Føroya Pedagogfelag er boðið uppí part hesuferð, veit eg ikki, men tað trúgvi eg neyvan uppá.

Eingin eftirmeting

Hvar er tað, sum eitur endurskoðan og eftirmeting, tá ið nakað verður gjørt um og broytt ferð aftan á ferð innan skúla- og frítíðarskúlaøki?

Nei, her hevur ikki verið nøkur endurmeting, um tað var rætt at broyta tímatalið fyri 1. og 2. flokk hesi seinast árini. Hetta ber altso ikki til, tí her verða serliga børnini, sum tað gongur út yvir. Minnist til at spyrja tann nú ófaklærda starvsbólkin á frítíðarskúlaøkinum um ráð næstuferð, áðrenn tit taka nakra avgerð, tá ið so radikalar broytingar vera framdar.

PISA-kanning orsøk til sparing á frítíðarskúlaøkinum.

Tað var ongantíð rætt at lata okkara framtíð (børnini) ganga meira í skúla – men hetta var framt, tí táverandi PISA-kanning var ikki optimal, og børnini skuldu ganga meira í skúla, í staðin fyri at hyggja at øðrum so sum innihald og generellu menningina hjá barninum. Hetta hevur kostað sera nógv fyri frítíðarskúlaøki og børnini, foreldrini og starvsfólkini á frítíðarskúlaøkinum gjalda enn prísin.

Mentamálaráði ásannar nú, at tað var ikki rætt at tímatalið hækkaði hjá 1. og 2. flokki

Nú hevur Mentamálaráðið ásannað, at tað er nokk rætt, at børnini skulu spæla meira, og harvið fáa frítíðarskúlarnar nú tímarnar aftur. Hetta vísir núverandi landsstýriskvinna Helena Dam á Neystabø eisini á í Dimmalætting, har hon sigur at næsta ár skal 1. flokkur hava meira tímar.

Nakrir spurningar standa eftir

Hví vóru hesir skúlatímar hækkaðir á sinni?

Var tað fyri á fáa meira tímar inn á skúlagátt?

Var tað fyri at menna børnini?

Ella var tað tann vánliga PISA-kanningin, sum gjørdi tað?

Hví skal tímatalið nú aftur lækka, er tað nøkur onnur forkláring enn sparingar?

Nú má friður valda, lat frítíðarskúlarnar fáa frið og lat børn vera børn sum longst

Levi Mørk,

leiðari fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík og býráðslimur

Ingen kommentarer: