lørdag den 21. august 2010

Sera góð tíndir,arbeiði er byrja uppá barnaskúlan á Santa Frans skúla.

Nýggjur barnaskúli byggjast uppí Sankta Frans skúla




Arbeiði uppá barnaskúlan á Santa Frans er byrjað.


Hósdagur 15. juli 2010, kl. 13.00, 133/133

Arbeiðið uppá ein nýggjan barnaskúla millum gamla Sankta Frans skúla og viðarlundina er byrjað. Skúlin verður bygdur í ovara skúlagarði og inn undir viðarlundina

Arbeiðið uppá ein nýggjan barnaskúla er byrjað í gamla ovaragarði í Santa Frans skúla í Havn. Skúlin, ið er frá 1933 hevur leingi verið ótíðarshóskandi.

Sankta Frans skúli, ella Nunnuskúlin, sum skúlin vanliga verður kallaður, er elsti skúli, sum enn verður brúktur í Havnini og tað hevur verið arbeitt í fleiri ár við ætlanini at byggja út. Men umstøðurnar í Varðagøtu í Havn eru nú einafer soleiðis, at tað er heldur trongt. Einasta stað, tað letur seg gera at byggja nýggja barnaskúlan, er í skúlagarðin og á stykkið omanfyri garðin beint niðanfyri Mariukirkjuna og Kerit, klostrið hjá franskiskanarasystrunum í Havn og har verður nú ein 500 fermetrar stórur skúlabygningur í einari hædd nú bygdur.

Totalentreprisa

Tað er byggifelagið hjá Valbjørn Dalsgarð, sum hevur fingið upp í hendur at gera nýggja barnaskúlan. Talan er um sokallaða totalentreprisu. Tað vil siga, at tað er Valbjørn Daslgarð, sum stendur fyri øllum arbeiðnum og hevur ábyrgdina av undirveitarum eisini. Sambært Sofus Olsen, sum byggiformanni á staðnum, er málið at hava skúlan liðugt bygdan í apríl komandi so hann kann takast í nýtslu til næst komandi skúlaár 2011/2012.

Skúlagarðurin er næstu tíðina eitt arbeiðspláss og tað hevur m.a. við sær, at skúlagarðurin eins og undanfarin ár ikki verður partur av ólavsøkuni. So fólk kunnu spara sær túrin niðan í Nonnuskúlagarðin hesa ólavsøkuna.

Ingen kommentarer: