søndag den 9. januar 2011

Her má gongd koma á aftur beinavegin!

Tað vóru ikki góð tíðindir, tá ið seinasta royndin  at lofta Faroe Seafood er miseydnað, og 800 fólk hjá Faroe Seafood missa arbeiði.  

Landið hevur til uppgávu, at stuðla undir soleiðis at gongd kemur á aftur,  at  fiskavirkini  opnað og at hesi 800 verkafólkini fáa arbeiði aftur sum skjótast.

Tað nýttar lítið at siga og skylda uppá nakað, tí støðan er tann hesi 800 verkafólkini hava mist sítt livibreyð  eru í djúpastu kreppu hava einki at keypa fyri, nú jólini eru fyri framman og tað er bert byrjanin á marruni hjá teimun, nú tey standa uttan arbeiði.

Her má Javnaðarflokkurin vísa sína styrkju, sum tann verkaflokkur sum hann sigur seg vera og royna at hjálpa til alt tað sum teir kunna, fyri at fáa gongd á høvðusvinnuna hjá okkum og bjarga hesari 800 stóru verkafjøld og teirra arbeiðsplaáss.

Hetta er samstundis ein  áheitan til allar politikarar um at stuðla undir og vísa sína styrkju og taka tær røttu avgerðir soleiðis at alt samfelagið ikki stegðar upp.

Tað er fínt at Arbeiðsloysisskipanin, kann og hevur ráð at gjalda pening til hesa stakkals verkafjøld. Men spurningurin er hvussu leingi heldur tað? Við hetta lag í okkara samfelag, verður kassin hjá ALS skjótt tómur og tá er lítið vunnið og fær suppaftur størri fylgjur fyri okkum øll.

Tí er mín áheitan til Javnaðarflokkin at vísa, at teir eru ein verkamannaflokkur og fáa gongd á aftur sum skjótast. Sama er galdandi fyri alla hinar flokkarnar í samgongu og anstøðu. At fólkaflokkurin ikki vil stuðla verkafjøldini er teirra stóra skom og her vísi eg til viðmerkingar hjá Jacob Vestergaard á portalinum í kvøld. Vit tosað also um 800 arbeiðspláss Jacob Vestergaard?

Tað kann fáa stórar fylgjur fyri samfelagið sum bløðir fíggjarliga  frammanundan,  um ikki tiltøk vera sett í verk beinavegin við at opnað hesu flakavirkir aftur. So mín áheitan er, at samgongan og anstøðan standa saman og stuðla undir, at gongd kemur á aftur hesi fiskavirkir.

Um landið ikki hjálpir til við at opnað hesu fiskavirkir aftur og bjargar hesu 800 arbeiðsplássini hjá verkafólkini, ja so er eingin vinnari, hetta er já eitt afturstig á øllum økjum bæði hjá familjum, hjá vinnulívinum og skattainntøkur hjá land og kommunum minkað harvið. Samfelagsliga er tað ikki serliga hugaligt.

Tí má tann politiski mynduleikin saman við vinnulívinum leggja lunnar undir, soleiðis at her ikki endar heilt galið og hjálpa okkara høvðusvinnu við at opnað hesi virkir aftur og harvið bjarga framtíðini hjá hesum  800 verkafólki, sum nú standa uttan arbeiði.  Vælsignað verið tykkum landsins politikarar, her mugu tit gera okkurt og her má farast til verka beinavegin.

Levi Mørk,
Javnaðarflokkurin

Ingen kommentarer: