søndag den 9. januar 2011

Hotspots í bussleiðina,

Levi Mørk, býráðslimur

Nú tá ið Innlendismálaráði hevur meira ella minni noktað at Tórshavn kommuna, skal hava internet samband uppsett ymsastaðni í miðbýnum í Havn og til ferðandi. Tí tað stríður ímóti kommunulógini. Fari eg í næstum, at spyrja meg fyri hja umsitingini hjá Tórshavnar kommunu um tað er møguleiki fyri at fáa tráleyst samband í okkara nýggju bussar, sum koma at virka í apríl í ár.

Tað er soleiðis at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt nýggjan busssáttmál við Gudurs bussar og tað stríðir ikki ímóti kommunulógini, um tað er ein privatur sum rekur hesa tænastu. Hetta er eisini tað sum Innlendismálarðið, setir sum treyt. So nú burdi verið ein møguleiki, um politiskur vilji er tilstaðar.

Tað verður spennandi at vita, hvat Innlendismálaráði sigur til fyrispurningin hjá mær, um at fáa netsamband í okkara bussleið. Bussleiðin koyrir jú allastaðni og so tað er ikki bara ein ávísur partur av Tórshavn, sum fer gavn av tílíkari skipan, men øll tey ferðandi og øll kommunan, fer at nýta gott av tílíkari skipan.

Gundur´s bussar er jú ein privat fyritøka sum eisini kemur at reka bussarnar - so nú burdi ikki nakar trupulleiki verið við hesari ætlan. Um so er, ja so er tað óvilji ímóti hesum og einki annað.

Men nú fer málið so enn einaferð til umsitingina við hesum nýggja fyrispurningi, um at fáa netsamband til okkara nýggju bussar og síðani til endaliga støðutakan hjá býráðnum. So verður spennandi um hetta mál er egg ella ungi.

Sjalvur haldi eg, at her burdi kommunulógin verið endurskoða á hesum øllum hesum øki, ti kommunulógin er ikki nútíðarhósakandi og er alt ov stirvin.

Hvussu kann ein høðustaðarkommuna, standa seg í kappingini við aðrar kommunur um ferðandi og við tí fyri eygað at fáa lesandi heimaftur, um vit ikki kunnu fylgja við á hesum øki. Nej, eftir mínum tykki koma vit altíð 30 ár aftaná okkara grannalond. Ì hesum málið er einki undantak.

Talan er bert um hækkan av tænastustøðinum hjá kommunu yvirfyri borgaranum og her má tað bera til hjá Tórshavnar kommunu at leggjar lunnar undir og styðja einari slíkari tænastu.

Gott nýggjár tit øll.
Vh Levi Mørk, býráðslimur

Ingen kommentarer: