søndag den 9. januar 2011

Levi Mørk: Viðmerking til støðuna

Suðuroyarportalurin tann 27.11.2010 kl. 15:02

Tíðindi >> Lesarin skrivar


TEMA: Verkfall og Smyril
Einasta sambandið er Smyril, um verkfall verður lýst, men eg stuðli annars fakfelagsrøðsluni.
Eg haldi, at um verkfall verður má Smyril fáa loyvið til at sigla. Tí suðuroyingar eru í einari serstøðu og hava ikki sama møguleika at ferðast sum td. vit í miðstaðarøkinum.
Hóast hetta møguliga verkfalli rakar alt landið, verður tað ikki fear, tí verkfalli kemur at rakað meira hart fyri útjaðaran, serliga fyri Suðuroynna.  Saman er galdandi fyri sandoyingar og nólsoyingar.
Annars takið eg fult undir við einum verkfalli og stuðli fakfelagsrøðsluni við teirra stremban fram ímóti hægri løn. Men fordeilingin fyri einum møguligum verkfalli kemur at raka ymist og óvjavnt um alt landið, har útjaðarin og serliga Suðuroyggin og Sandoyggin,  verða mest raktar.
Sum nú er er teirra fíggjarstøða ikki serliga góð og hetta er eitt bakkast fyri tað sindri av vinnulívið sum er í hesum báðaum útjaðaroyggjum, um vinnulívið er fyri álopið, gongur tað eisini útyvir td. tey bleytu virðini - so einfalt er tað.
vh.
Levi Mørk
Limur í Javnaðarflokkinum.

Ingen kommentarer: