søndag den 9. januar 2011

Myllutjørn veruleiki - eitt prýði fyri Hoyvík og Tórshavn

af Levi Mørk den 23. april 2010 kl. 11:46
Nú 3. mai 2010, byrjar arbeiði eftir ætlan uppá útstykkingina við Myllutjørn í Hoyvík.

Eg haldi at henda byggiætlan, er eitt gott alternativt við hesum 200 m² húsinum í mun til tey vanligu sethúsini sum fólk byggja í dag. Ein orsøk er, at nógv fólk vilja búgva í Hoyvík og kommunan vinnur harvið byggilendi, tí biðilistin er stórur og tú kanst byggja upp til 3 hæddir uppeftir og harvið vinnur kommunan jú byggilendi, hetta at byggja uppeftir er jú eisini vanligt aðrastaðni har kraftsentir eru.

Henda bygging er góð og vinarlig fyri barnafamiljur, eisini er henda byggiætlan góð fyri tey eldru, tí tú eisini kann byggja við bert einari hædd og harvið er tað meira eldra vinarligt.

Eg frøðist um at hetta arbeiði nú byrjar og hetta fer at lætta um langa bíðilistan uppá grundøkir í kommununi og samstundis fer hetta at skapa meira trivnað og aktvitet í Hoyvík, men hetta ger eisini, at tørvur er á øðrum facilitetum í Hoyvík , innan mentunarøki og vinnuøkið veksur, tað er eisini ein tørvs-avbjóðing sum Tórshavnar kommuna allatíðina arbeiðir við.

Tað er jú ikki nokk, at bjóða grundøkir og sethús, tí karmarnar og aktivitetir rundan um búðseting mugu eisini vera tilstaðar.Tað hevði verið frálíkt við nógvum vinnulívið í Hoyvík, her hugsi eg bæði um bankar og handlar.

Men, at arbeiði við Myllutjørn, nú byrjar 3 mars 2010, er ein stór frøði fyri menningina í Hoyvík. Ein skal eisini hava í huga, at hetta fer at geva nógv arbeiði við sær, serliga innan byggivinnuna, sum er ein vinna sum hevur tað trupult í løtuni.

Eitt sindur um byggiætlanina kelda.www.torshavn.fo, eg loyvið mær at endurgeva hetta:

” Eystan fyri Karlamagnusarbreyt og norðan fyri Hoyvíkar skúla er eitt øki, sum er um 22.000 m² til víddar. Økið verður útstykkjað til 64 grundøkir, ið eru uml. 200 m² til støddar hvørt. Alt grundøkið er tó 300 m², tí uml. 100 m² eru partur av fríøkinum, nevnd tún.

Túnini eru trý, og komandi er til teirra frá Karlamagnusarbreyt. Tað verða tríggir atkomuvegir til útstykkingina frá Karlamagnusarbreyt.

Eftir komuvegnum frá Karlamagnusarbreyt kunnu bilar og fólk koma inn í túnini, ið verða miðsavnandi fyri býlingin. Úr túnunum verða gøtur til húsini. Felags parkering, ruskinnsavnan, møguliga postskipan, bilvask, spæl o.a. hjá yngri sum eldri verður miðsavnað um túnini. Til hvørt túnið eru uml. 20 hús.

Húsini, sum verða uml. 55 m² til støddar og í mesta lagi 3 fullar hæddir, koma at standa á einum grundøki, ið er uml. 200 m². Úthúsini/bilhúsini eru uml. 20 m².

Hvussu hús og úthús/bilhús skulu standa er samtykt í serstakari byggisamtykt fyri útstykkingina. Kostnaður fyri grundstykkini er mettur til kr. 486.681.” endurgeving endar.

Tað er Byggifelagið Hansen og Jacobsen standa fyri arbeiðnum og Uni Patursson, sum hevur prosjekterað og sum hevur byggieftirlitið.

Eg eri ikki í iva, at henda byggiverkætlan verður eitt prýði fyri Hoyvík og Tórshavnar kommuni og enn eru nøkur grundøkir eftir av teimum 64 grunøkinum, so tað er bara at halda seg framat.

Levi Mørk,
limur í bygginevndini fyri Myllutjørn

Á myndini síggjast bygginevndin, frá vinstru Michael Jacobæus, nevndarlimur, Bjørgfríð Ludvík, nevndarforkvinna, Ronald Poulsen, byggiharrasamskipari, og Jan Christiansen og Levi Mørk, nevndarlimir. Uttast til vinstru í myndini hómast gamla Myllutjørnin. Myndin er tikin 21.apríl 2010. Mynd frá www.torshavn.fo

Ingen kommentarer: