Ungdómshúsið í Hoyvík opnar aftur leygarkvøldið 11. septembur. Hetta hevur Tórshavnar býráð einmalt samtykt í kvøld.
af Levi Mørk den 2. september 2010 kl. 19:01
Tórshavanar býráð hevur í kvøld einmalt samtykt at játtað 130.000 kr til ungdómshúsið í Hoyvík og vit opnað aftur 11.septembur. Ungdómshúsið í Hoyvík opnar aftur leygarkvøldið 11. septembur kl. 22.00 til 02.00, aldursmarki er 13- til 18 ár. Tórshavnar kommuna hevur í kvøld samtykt at vit fáa loyvið til at halda áfram fram til 1. januar 2011 og síðan skal ungdómshúsið koma á fíggjarlógina fyri næsta ár, har opið verður 3 ferðir um vikuna.
Hetta er sera góð tíðindir fyri tey ungu og vit eru í løtuni í fer við at leggja eina skrá fyri kvøldini fram til 31. desembur 2010. Hølisviðurskiftini er eisini broytt, soleiðist at ungdómurin fær meira hølir og hetta arbeiði er klárt til næstu viku. Vit fara í samráð við umsitingina, at kunngerða eitt nýtt navn til ungdómshúsið, sum heldur til í Frítíðarskúlanum í Hoyvík. Vit eru at finna á facebook og hava egna heimasíðu sí www.ftshoyvik.fo.
Levi Mørk, leiðarifyri Ungdómshúsið og Frítíðarskúlan í Hoyvík.

Ingen kommentarer:
Send en kommentar