torsdag den 30. oktober 2008

Dagrøktin

MÍN - MEINING- Vel Levi Mørk, fá nýtt stev - vel Lev!

Eg havi mangan hugsað um, hvat Tórshavnar kommuna ætlar við dagrøktini í framtíðini?
Vit skylda bæði børnum, foreldrum og starvsfólki svar upp hetta. Eg eri vísur í, at dagrøktin er komin fyri at vera.

Vit hava jú stóran tørv á námsfrøðingum í dag.
Eisini vísa tøl hjá Tórshavnar kommunu, at ansingar tørvurin er til staðar fyri at hava dagrøkt, eisini í framtíðini. Eg sakni eitt kjak og politikk á økinum. Soleiðis, at bæði børn, foreldur og starvsfólk fáa at vita, hvat ið framtíðin hevur at bjóða okkum innan dagrøktina. Eg fari
heilt vist, at gera mítt fyri, til at skil kemur á henda spurning.

Fá nýtt stev – vel Lev

Ingen kommentarer: