torsdag den 30. oktober 2008

Kommunala sjálvræðið í eini broytingartíð



29. oktober 2008

Forlagið Fróðskapur gevur í dag út bókina “Kommunupolitikkur”. Ætlanin við bókini er at styrkja medvit um og áhuga fyri lokala fólkaræðinum í Føroyum sigur ritstjórin Beinta í Jákupsstovu, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya. Umframt Beintu hava Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Bjørg Jacobsen, nevndarskrivari og Bárður Larsen, løgfrøðiligur ráðgevi í Kommunusamskipan Føroya, skrivað partar í bókini.
Í greinini ”Kommunala sjálvræðið í eini broytingartíð” í nýkomnu bókini ”Kommunupolitikkur” viðgerð Ingibjørg Berg sjálvræðið hjá kommunum, sæð í ljósinum av tí sum hendir á kommunupolitiska økinum beint nú.
- Hjarnin í greinini er, hvat hendir við lokala sjálvræðinum, tá økini verða flutt kommununum at umsita. Eitt nú hvussu neyvt reglusett, lógarbundin, øki eiga at vera, tá tey verða flutt kommununum, og hvørja ávirkan hetta hevur á lokala sjálvræðið, sigur Ingibjørg Berg í viðmerking nú bókin er løgd fram.
Ingibjørg leggur afturat at hetta er ein týdningarmikil spurningur í eini tilgongd at umskipa so stóran part av demokratisku samfelagsskipanini í landinum.
- Higartil hevur tilgongdin mest snúði seg um hvørji málsøki og hvørjar eindir – í minni mun, ella als ikki, hvussu og við hvørjum úrsliti fyri sjálvt fólkaræði.
Bókin ”Kommunupolitikkur” viðger ymiskar spurningar í samband við kommunupolitiska umboðan í Føroyum. Kommunur eru bæði stovnar, sum umboða lokala fólkaræðið, og fyrisitingarligar eindir, sum eru undirlagdar ein sentralan myndugleika. Víst verður á ymisk søgulig og ástøðilig rák um, hvat ið hevur verið hildið at vera rætta stødd á kommunum. Eisini verður komið inn á spurningin um nýtt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur og nýggjan kommunubygnað. Broytingarnar, sum komu við nýggju kommunustýrislógini í 2000, verða neyvt lýstar. Eitt av evnunum, ið eisini fáa serliga umrøðu, eru staðbundnar nevndir, har m.a. verður lýst, hvat lógargrundarlagið er fyri teimum, og hvussu tær ymisku nevndirnar arbeiða. At enda í bókini verður hugt at tølum frá dátubasuni og spurnakanningunum millum uppstillað til kommunuvalini: Hvussu eru val til býráð og bygdaráð skipað, hvat slag av listum eru í ymiskum kommunum, og hvussu nógv verða uppafturstillað og afturvald? Hvussu væl umboða tey uppstillaðu og valdu ymiskar bólkar? Fokus verður m.a. sett á undirumboðanina av kvinnum í kommunupolitiskum høpi, og hvussu roynt hevur verið at betra kvinnuumboðanina.
Bókin er prentað við stuðuli frá Kommunusamskipan Føroya, Løgmálaráðnum, Eik Vísindagrunninum og Mentanargrunni Landsins. Forlagið er Fróðskapur, Føroyaprent hevur prentað bókina, og Ingi Joensen/Grafik Studio hevur gjørt permuna.
Á myndini sæst ritstjórin Beintu í Jákupsstovu við nýggju bókini ”Kommunupolitikkur”. Við hennara lið eru frá vinstru Bjørg Jacobsen, nevndarskrivari, Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, sum stuðlaði útgávuni, Bárður Larsen, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Kommunusamskipan Føroya og Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Ingen kommentarer: