søndag den 2. november 2008

Vel námsfrøðingar inn í Tórshavnar býráð 11.11.08. Skrivað

Lesarabræv frá skriva hevur: Levi Mørk 21-10-2008 12.56

"Vel námsfrøðingar inn í Tórshavnar býráð 11.11.08"
Vit hava onga ávirkan á politiska pallinum, hvørki kommunalt á løgtingi. Vit gera alt ov lítið við, at standa saman innan okkara námsfrøðiliga fyri at fáa ein av okkum valdan inn í politiska myndina. Hetta noyðast vit, at bøta. Soleiðis at okkara fak eisini verður styrkt til gagn fyri alt samfelagi og samfelagi tað eru vit øll.

Sum støðan er í dag, eru sera nógv krøv, menningarætlanir, námsætlanir, minni tímar til serbørn og uttan, at karmar fylgja við. Somuleiðis hava vit eina vánaliga normering, sum er undir alt lágmark. Eg vil, um eg verið valdur inn í Tórshavnar kommunu 11. novembur, gera alt fyri, at menna okkara øki á niðanfyristandandi máta:
við at betra um normering til okkara fólk.

við at betra um okkara karmar.

við at betra um hægri játtan.

við at betra um tættari samstarv við fólkaskúlar.

við at betra um útbúgvingarøki fyri okkara fólk.

við at menna Barna og Ungdómsdeildina.

við at fáa skipaðan politiskan ” frítíðarpolitikk”.

við at serbørn fáa betri sømdir.

við at serbørn fáa meira skipaði viðurskiftu og betri karmar.

við at betra um starvsfólkarøktina hjá okkara fólki.

við at seta eitt ungdómsráð á stovn.

við at tey ungu undur 18 ár fáa egna dansistað.

at vit vera hoyrd, tikin uppá ráð, tá ið nýggjur bygningar til okkara økir vera gjørd.

vit fáa fleiri spælipláss í Tórshavnar kommunu.

vit fáa 3 flokk inn í frítíðarskúla.vit arbeiða saman við øllum fakbólkum, eftir tørvinum hjá tí einstaka.

vit fáa ein nýggja Frítíðardepil í Hoyvík.

at vit fáa bøtt um støðuna og betri kor hjá børnum og ungum, innan listarliga øki.

at vit stoppa alt sum eitur fyribilsloysnir til okkara øki.

at vit fáa ein yvirornaðan komunala politiska skipan á okkara námsfrøðiliga øki.

at betra um korini hjá dagrøktini.at vit fáa tættari samstarv og skipan við Føroya Læraraskúla.

at Tórshavnar kommuna er við, til at yvirtaka serstovnaøkið, skilabest bæði fíggjarliga og námsfrøðiliga fyri allar partar.

Lat okkum innan námsfrøðiliga økið , eisini sita hinumegin borði og fáa ávirkan og ikki brúka orku uppá nakað, sum vit ikki fáa gjørt nakað við.

Nej, vit skullu vera við á politiska pallinum fyri, at fáa ávirkan og menning inn á okkara umráði.
Vel eina sterka rødd, X við Levi Mørk, eg er á lista C

Ingen kommentarer: