lørdag den 21. august 2010

Kringvarpið visti í gjárkvøldi at siga, at tekniska nevnd í Tórshavnar býráð hevur samtykt, at fremja sparingar í bussleiðini.

Vikuskiftini og skúlaleiðin

Tekniska nevnd samtykti, at eingin bussur koyrir sunnudag, at aftaná kl. 14:00 leygardag steðga bussarnir at koyra, og at skúlaleið eitt, tvey og seks steðga við at koyra. Harumframt samtykti nevndin, at tveir túrar skulu sparast á teininum Velbastaður/Kirkjubøur. Broytingarnar eru settar at vera galdandi frá 1.august.

Rakar minst ella mest

Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum (Javnaðarflokkurin er í býráðssamgonguni saman við Tjóðveldi) atkvøddi saman við Sjúrða Olsen úr Fólkaflokkinum ímóti at skerja júst hasar leiðirnar. Sjúrður Olsen vil vera við, at sparingarnar fara at raka skúlabørn og barnafamiljur.

Hann vildi heldur, at sparingarnar í bussleiðini skuldu raðfestast øðrvísi, soleiðis at ein eitt nú summar seinnapartar, kundi kravt pening fyri at koyra við bussunum.

Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi og forkvinna í teknisku nevnd, vil hinvegin vera við, at tekniska nevnd hevur valt at spara, har ið tað rakar minst. Hon sigur at kanningar hjá kommuni vísa, at tað er tá fæst fólk koyra við bussunum, og at aðrar bussleiðir koyra um somu tíð, og áleið somu leið, sum skúlabussarnir, ið eru skerdir burtur.

Eins og áður nevnt atkvøddu Levi Mørk (C) og Sjúrður Olsen (A) eisini ímóti uppskotinum. Marin Katrina Frídahl (E), Jákup Símun Simonsen (E) og Halla Samuelsen (C) atkvøddu fyri.

Kelda: Kringvarpið

Mynd: torshavn.fo

Ingen kommentarer: