lørdag den 21. august 2010
Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundinum í gjár at útbýggja Frítíðarskúlan í Hornabø fyri 500.000 kr.
Grein av Levi Mørk den 18. december 2009 kl. 12:32.-
Eg eri sera glaður um at hetta kom ígjøgnum í býráðnum og tað er samgongan sum stóð aftan fyri málið og ikki at gloyma at minnilutin eisni tók undir við hesi ætlan. Tað er at frøðast um.
- Eg haldi eisini at hetta er eitt stórt framstig tann rætta vegin fyri frítíðarskúlan í Hornabø. Hetta vera pedagogar og starvsfólk innan frítíðarskúlaøki sera glað fyri, nú frítíðarskúlaøki er niðurskorið fyri fíggjarárið 2010. Somuleiðist er hetta eitt stórt framstig fyri børnini og foreldur teirra, sigur Levi Mørk, býráðslimur.
Sjálvt málið:
”Viðvíkjandi hølisviðurskiftunum á Frítíðarskúlanum í Hornabø. Hhar verður útbygdt í ”Gulaskúlanum”
Síðani skúlaárið 2004/05 eru gjørdar fleiri fyribils loysnir og broytingar í Frítíðar-skúlanum í Hornabø í sambandi við, at barnatalið støðugt er hækkað. Tí hevur tað verið neyðugt at leiga seg inn í ymisk onnur hølir. Í løtuni ganga áleið 90 børn úr 1. og 2. flokki í frítíðarskúlanum í Hornabø, sum umframt húsini í Hornabø, leigar Hansastovu á Háskúlanum og Spíran í Havnardali. Føroya Fólkaháskúli hevur sagt leigusáttmálan upp við kommununa 1. juli komandi ár.
Orsakað av at frítíðarskúlin í Hornabø heldur til í trimum ymiskum hølum, verður frítíðarskúlin dýrari at reka enn aðrir frítíðarskúlar í kommununi.
Umsitingin hevur leingi leitað eftir egnaðum hølum í vesturbýnum at savna allan frítíðarskúlan, men uttan úrslit. Umsitingin hevur tí vent sær til tekniska stjóran um møguleikan fyri at byggja uppí “Gulaskúla”. Umsitingin hevur eisini havt fund við skúlastjóran á Venjingarskúlanum, og metir hann, at hetta er eitt gott hugskot.
Tilmæli:
Kommunustjórin og leiðarin fyri Børn og Ung mæla mentamálanevndini til at heita á teknisku deild at kanna, um til ber at byggja uppí “Gulaskúla” við Landavegin og fyrireika eitt prosjekt í hesum sambandi. Frítíðarskúlin skal kunna rúma fýra flokkum.
Harumframt mæla kommunustjórin og leiðarin fyri Børn og Ung mentamálanevndini til at flyta kr. 500.000kr vegna umleggingar til endamálið til “Frítíðarskúli í Gulaskúla”.
1 mill er sett av í 2009 til íløgur í nýggjan frítíðarskúla í Hornabø. Mælt verður til at flyta ta milliónina fram til fíggjarárið 2010.
Mentamálanevndin 2. desember 2009: Samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið, um fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin 9. november 2009: Samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við mentamálanevndini.
Býráði 17.12.2009: Samtykt at taka undir við tilmælinum. ”
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)

Ingen kommentarer:
Send en kommentar