“ Ein varði hjá ungdómi okkara er brotin niður og má byggjast uppaftur”
af Levi Mørk den 30. oktober 2010 kl. 11:26
Tað vóru ikki góð tíðindir sum komu fram í miðlunum í gjár á miðdegi, at okkara ungdómsportalur www. MESS.FO, má logga niður!
Eg hoyrdi um Mess.fo gjøgnum miðlarnar fyri uml. 1 ½ síðani.
Eg fór beinanvegin, at hyggja at hesum framúrskarandi átakið fyri teimun ungu. Jú rætt var. Her var virkuliga nakað stórt komið til Fyri fyrstu ferð var ein ungdómsportalur gjørdur til tey ungu í Føroyum, sum hevði alt innihaldi til tey ungu.
Eg var totalt yvirraskaður, av tí innihaldinum sum mess.fo bjóðaði fram, bæði myndir,myndarøð, list, tónleikur, lýsingar, leinkir til aðrar síður, filmar, tøkni, fartelefoni og um alt tað nýggja til tey ungu og møguleiki fyri kjaki. So har var alt.
Vit hava brúkt mess.fo tvær ferðir ókeypis. Fyrstu ferð var, tá ið við byrjaði ungdómsvirksemi í mars í ár og aftur nú tá ið vit fingu nýtt navn til okkara ungdómsvirksemi í Hoyvík KLUBB 188.
Eitt annað sum vit eisini brúkti mess.fo til var, at vit sluppu at lýsa ókeypis undirtiltøk um vikuskifti. Henda frálíka tænastu og hjálpsemi frá teimum aftanfyri mess.fo er nú burtur blivin.
Hvørjaferð vit hava havt opið her 2 ferðir um vikuna, stendur okkara vitjandi ungdómar og loggar seg inn á heimasíðuna hjá www.mess.fo, fyri at finna tað seinasta nýggja. Síðani fara tey ungu inn á YouTube.com.
Hesin møguleiki er nú ikki tilstaðar og er hetta eitt stórt afturstig fyri tey ungu, her hjá okkum í Tórshavn kommunu og kring alt landið. Tí her fer nógv arbeiði og kompetansa burtur, um okkurt ikki verður gjørt fyri at bjarga hesum framúr góða ungdómsportali.
Ja, eg standi eftir við hesum orðum “ Ein varði hjá ungdómin okkara er brotin niður” og tað er sera umráðandi at hesin varði verður bygdur upp aftur beinavegin. Tey sum fara at merkja hetta er tey ungu sjálvi og partur av teirra sannleika dettur burtur.
Hetta stendur á lesa á www. mess.fo eg loyvið mær at endurgeva “
Um eitt samdøgur - aftaná út við 7.000 greinir og 300 ummælir, yvir 450 myndarøðir og 300 filmar - gerst mess.fo óvirkin.
Trúgvar brúkarar
Mess.fo bleiv virkin 13. mars 2009. Undirtøkan hjá brúkarum hevur verið góð, og síðan í summar hevur mess.fo havt umleið 5.000 brúkarar, sum fast hava vitjað síðuna hvørja viku.
Men nú letur mess.fo so aftur av fíggjarligum orsøkum.
- Tað kann tykjast løgið, tí vit hava verið væl nøgdir við gongdina hjá heimasíðuni, og hava afturmeldingarnar frá okkara brúkarum verið sera góðar, sigur Rógvi Róin.
Neyðugt við ungdómsmiðlum
Rógvi Róin nevnir serliga undanfarnu viku - viku 40 - sum eitt tekin um týdningin, sum mess.fo kann hava fyri ungdómin. Hesa vikuna var mess.fo sambært Gallup tann føroyska heimasíðan við triðmest sýndum síðum (159.075) - bert yvirgingin av Portalinum og sel.fo. Endurgeving endar
Eisini er hetta eitt stórt afturstig fyri okkara ungdómsarbeiði hjá Tórshavnar kommunu, tí kommuna hevur ikki sjálv, ein tílíkan ungdómsportal. Sama er galdandi fyri alt landið. So vónandi kann land og kommunur, sláða seg saman og stuðla hesum frálíka arbeiði, sum ungdómsportalurin. www. mess.fo.
Vit hava fleiri aðrar góðar ungdómsportalar í Føroyum, td. www.gaming.fo og tann nýggi www.tónleikur.fo. Sum eisini eru góðir ungdómsportalar, men teir hava lagt dent á eina vøru.
Meðan Mess.fo er ein sera breiður og við innihaldsríkum tilfarið til tey ungu, sum nøktar allan tørvin hjá teimun ungu í okkara nýmótanst samfelag.
Vónandi opnar hesin portalur aftur, soleiðis at tey ungu kunnu og vit kunnu byggja
víðari uppá henda ungdómsvarða.
Vh.
Levi Mørk, leiðari
KLUBB 188
Ingen kommentarer:
Send en kommentar