Tórshavn skulu tey merkja sum minst til tær sparingar, ið TórshavnarKommuna fer at fremja í 2011.Í fíggjarætlan síni fyri 2011 ger kommunanarbeiðsskapandi íløgur, ið stimbra virksemið.
Tórshavn verður verandi ein dynamiskurhøvuðsstaður í framgongd og við trivnaði.Samgongan millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin valskeiðið 2009-2012 byggir á samstarviðhigartil í valskeiðnum og á tað, ið er avrikað undanfarna valskeið. Framhaldandi er semja um at taka upp nýggjar tættir og at halda fram við teimum ætlanum, ið lagdar eru fyri skeiðið.
Hetta hóast tíðirnar nú eru vorðnar trongar búskaparliga.Júst í búskaparliga avbjóðandi tíðum er neyðugt hjá Tórshavnar Kommunu at stýra væl og at taka rættar avgerðir. Tí verður dentur lagdur á gott samstarv í býráðnum millum andstøðu og samgongu, so allir býráðslimir í felag kunnu vera við til at taka allar neyðugar avgerðir.Seta í gongd og stimbra virksemi.
Fíggjarætlanin fyri 2011 hevur sum høvuðssikti, at borgarar og handilslívið og vinnan sumheild í býnum skulu merkja sum minst til tær sparingar, ið neyðturviliga skulu fremjast.
Kommunan satsar uppá tey sonevndu “bleytu virðini”, har trivnaður er millum familjurnarvið børnum og ungum, og hjá teimum eldru.Harafturat leggur fíggjarætlanin upp til, at kommunala virksemið í Tórshavn verður hildið áeinum nøktandi støði. Íløgur, ið eru arbeiðsskapandi og stimbra virksemi, verða raðfestarovarlaga. Búskaparráðið hevur í frágreiðingum umtalað, at sveiggini í búskapinum ikki skuluvera ov ógvuslig.Eisini hevur ráðið ávarað ímóti vaksandi arbeiðsloysi, og at tiltøk mugugerast fyri at tálma tí. Mett verður, at hetta samsvarar við ynskini hjá Tórshavnar Kommunu at varðveita og stimbra virksemi í kommununi
Høvuðsmyndin av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri komandi ár er, at hon javnvigar við 611,7 mill. kr., og allar íløgurnar í 2011 eru skattafíggjaðar.Í 2010 skuldi kommunan eftir ætlan havt tikið eitt lán á 51 mill. kr., men vegna góðagjaldførið hevur henda lántøka ikki verið neyðug enn. Væntandi verður lánið tikið í fyrruhelvt av 2011 í staðin.
Samlaða skuldin verður í mesta lagi 225 mió. kr. við árslok 2011.Raksturin er settur at vera 491,6 mill. kr., meðan íløgurnar eru 108,8 mill. kr. Næsta ár rindarkommunan uml. 11,3 mill. kr. í rentum. Við árslok 2010 verður samlaða lántøkan sostatt ímesta lagi áleið 175 mill. kr. Skattaprosentið verður óbroytt 20,75%.Fleiri nýggj røktarheimspláss tøk í 2012Landsstýrið, ið hevur ábyrgdina av eldraøkinum í Føroyum, forsømir sína uppgávu, serliga íSuðurstreymoyarøkinum. Tí tekur Tórshavnar Kommuna á seg at útvega nýggj ellis- ogrøktarheimspláss í kommununi, tí tørvurin hjá borgarunum er stórur.
FÍGGJARÆTLAN 2011.
Býráðið hevur sett sær fyri at byggja røktarheim, nevnt Boðanesheimið, til 64 fólk yviri viðStrond. Projekteringin er byrjað, fyrsti spakin verður settur í í ár, og heimið skal ætlandistanda klárt at taka í nýtslu á sumri 2012.Í 2011 eru settar av 22 mill. kr. av til Boðanesheimið, ið tils. fer at kosta kommununi uml.120 mill. kr.Nýggir og umvældir skúlar fyri 60 milliónirSkúlin er eitt týðandi innsatsøki hjá Tórhavnar Kommunu, og tað sæst aftur í fíggjarætlanini.Slakar 60 mill. kr. eru settar av til at byggja, dagføra og umvæla skúlar fyri. Hetta er til gagnsbæði fyri skúlaskapin í síni heild, næmingar og foreldur, og fyri tær vinnufyritøkur og handverkarar í býnum, ið skulu gera arbeiðini.Størsta einstaka íløgan á fíggjarætlanini fyri komandi ár, heilar 32 mill. kr., fer til Skúlan áArgjahamri, sum verður liðugur at taka í nýtslu til skúlaársbyrjan í 2011.Skúlin við Løgmannabreyt er bygdur og tikin í nýtslu.
Bygt verður afturat Sankta Frans Skúla, so frítíðarskúli verður partur av skúlanum, forskúlinog 1. flokkur fáa nýggj høli. Harumframt eru pengar játtaðir til aðrar partar av skúlaøkinum.Nám X er farið at virkað, og fyrstu royndirnar við at savna allar 10. floks næmingar í einasjálvstøðuga 10. floks eind í Eysturskúlanum eru sera positivar. Nám X heldur fram í 2011.Tilboð til familjur, børn og ungBørnini og tey ungu skulu trívast í Tórshavn, so familjurnar fáa so nógv sum gjørligt burturúr sínum skattakrónum.
Eisini í 2011 vil Tórshavnar Kommuna tryggja, at barnaansingin er á einum støði, ið nøktar tørvin hjá familjunum.
Ungdómsarbeiðið hevur høga raðfesting, og kenda virksemið á Margarinfabrikkini er ístøðugari menning.
Í Hoyvík er eisini sett gongd á eitt skipað virksemi millum ung ísonevnda KLUBB 188, ið savnar og stimbrar ungdómin í økinum. Tilboð er eisini í Nólsoy, ogí 2011 er ætlanin at fyrireika nýggj ungdómstilboð í øðrum pørtum av kommununi, serliga í Kollafirði og Norðasta Horni.
Fimleikahøllin FIMI og nýggja dansihøllin hjá Dansifrøi í Gundadali eru tiknar í brúk, og tæreru longu ein sólskinssøga. Dansur og fimleikur blóma, og saman við Tórsbreyt, har borgararí hópatal íðka ítrótt, eru samstundis stór og sjúkufyribyrgjandi stig tikin, tí fyri heilsuna errørsla avgerandi. Hondbóltsfelagið Neistin hevur ætlan um at byggja eina nýggja høll ívesturbýnum, og býráðið hevur játtað at veita hesi ætlan fíggjarligan stuðul.
Tórsvøllur skal dagførast og gerast tann náttúrligi og savnandi miðdepilin fyri altjóða fótbóltí Føroyum. Kommunan og Fótbóltssamband Føroya samstarva um eina heildarætlan fyri,hvussu hetta skal gerast, so at Tórsvøllur kann lúka øll krøv sum altjóða stadion.Børn og ung skulu hava bestu umstøður at takast við og gerast dugnaligari innan tónleikalist,og tí byrjar í 2011 projekteringin av einum nýggjum musikkskúla. Áhugin fyri tónleiki og atfáa tónleikafrálæru er stórur, og tað ger ein nýggjan musikkskúla aktuellan fyri nógvarfamiljur og borgarar.
FÍGGJARÆTLAN 2011
Kommunan er partur av sonevnda SSP-samstarvinum, sum er formligt samstarv millumsosial-, skúla- og politimyndugleika. Endamálið er, við samskipaðum átøkum, at fyribyrgjaog avmarka kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung. Meiningin er eisini at hjálpateimum, ið onkursvegna eru komin í eina trupla støðu. Kommunan hevur nú sett í starv SSPsamskipara,sum burturav fer at taka sær av SSP-arbeiðnum vegna kommununa.Nýtt livandi býarrúm í miðbýnumMiðbýurin í høvuðsstaðnum skal aftur gerast ein livandi býarpartur. Fyrstu stigini hevur handilslívið tikið við nýggjum og spennandi handlum, mat- og kaffistovum í miðbýnum, ognæstu stigini tekur kommunan.Nýggja Perlan og Reinsaríið verða brúkt til borgaravend tiltøk, eins og Posthúskjallarin viðmillumbilum er karmur um mentanartiltøk av ymsum slag. Umvælingar og broytingar farafram á Býarbókasavninum, sum eisini verður partur av tí livandi miðbýnum.
Miðbýurin er longu komin upp á eitt hægri støði, tá ið tað ræður um at skapa hugnaligtumhvørvi við blettum og torgum, har trivnaðurin er í hásæti. Kongabrúgvin, Vágsbotnur ogTórsgøta eru vorðnar borgaravinaligari enn áður, og gongdin heldur fram í 2011.Vaglið, sum fyri mong er sjálvt hjartað í Tórshavn, verður komandi árini umskapað, soráðhústorgið bæði í sínum arkitektoniska úttrykki og borgaravenda virksemi gerst eitt livandiog spennandi býarrúm. Vaglið og Tórsgøta skulu eisini fáast at hanga betur saman við einarivakrari trappu. Kommunan vil tryggja, at allar broytingar fella væl og náttúrliga inn íumhvørvið og verður í samljóði við grannahús og byggingina á økinum sum heild.Reint umhvørvi og orkusparingUmhvørvið í Tórshavnar Kommunu skal vera reint, og orkunýtslan, ið hongur neyvt samanvið umhvørvisverndini, skal vera so avmarkað, sum til ber.
Málið er, at allar áir, vágir, strendur og fjøra skulu gerast reinar, og yvirskipað skal alt vatnvera reint, tá tað rennur á sjógv. Ikki fyrr enn hetta er rokkið, er umhvørvisstøðan hesumviðvíkjandi nøktandi.Arbeiðið at løggilda kloakkirnar heldur fram, og eftir at kloakkarbeiðið í Nólsoy er liðugt,verður farið víðari aðrastaðni í kommununi.Grøn økir, har fólkið trívist, verður framhaldandi ment við gøtum og planting í størri mát, ogarbeitt verður við at gera náttúru- og frítíðartilhaldsstøð nærhendis íbúðarøkjum.Orkusparing er og verður eisini frameftir havd við í arbeiðnum við kommunalumbygningunum. Allir nýbygningar skulu hugsast við orkusparandi tiltøkum frá byrjan.Umhvørviskrøv verða sett til kommunalar tænastur og veitarar, so hvørt sum tað verður boðiðút ella keypt av nýggjum, eitt nú útbjóðingin av Bussleiðini.
Í 2011 verður innanhýsis í kommunalu umsitingini og á stovnum sett í verk eitt umfatandiátak fyri orkusparing. Øll starvsfólk skulu vera við til at spara orku allaðstaðni, har tað ber til.Meginreglan er, at mangir løkir smáir gera stórar áir. Málið er, at tann grøni orkusparandihugburðurin skal geva 2 mió. kr. á fíggjarætlanini fyri 2011.Elfelagið SEV hevur boðað frá, at prísurin á ravmagni skal hækka í 2011. Verður hettaveruleiki, kemur tað heilt vist at órógva tað, ið er avrátt í fíggjarætlanini fyri komandi ár.
FÍGGJARÆTLAN 2011
Verður elprísurin hækkaður so, sum SEV leggur upp til, kostar tað kommununi uml. 1,7 mill.kr. Hetta er ikki rætta stundin at leggja eyka byrðar á borgarar og vinnu. TórshavnarKommuna er størsti eigari í Elfelagnum SEV og fer at gera sína ávirkan galdandi íspurninginum um príshækkingar í 2011.Kommunala brennistøðin fekk nýggja umhvørvisgóðkenning í 2008, og so hvørt, sumbrennistøðin er víðkað, og fleiri øki eru tikin í nýtslu, er góðkenningin víðkað samsvarandi.Ruskinnsavningin varð boðin út í almennari lisitatión í 2009, og nýggjur sáttmáli er gjørdurvið eitt felag, ið tekur sær av innsavningini. Sáttmálin fevnur um fimm ár, galdandi frá 2010.
Ókeypis Bussleiðin heldur fram.
Hon varð boðin út í 2010, og eftir ætlan tekur nýggjursáttmáli við í apríl 2011 við eini heilt nýggjari orkusparandi og umhvørvisvinarligaribusspark. Býráðið hevur samtykt at arbeiða við nøkrum sparingum, men í samráðingunumvið valda tilboðsgevaran um nýggjan busssáttmála verður miðað eftir, at hesar sparingarávirkað tænastustøðið so lítið sum til ber. Í Kollafirði og Kirkjubø/Velbastað verðurtænastustøðið hækkað.
Skjótari at keypa grundstykki
Byggibúningin til vinnustykki er komin so væl áleiðis, at kommunan bjóðar hópin avvinnustykkjum til sølu. Somuleiðis hevur kommunan nýggj sethúsagrundstykki til sølu.Umleið 1.600 fólk standa á lista hjá Tórshavnar kommunu og bíða eftir grundstykki.
Kommunala umsitingin hevur varðhuga av, at ein partur av teimum á bíðilistanum, standahar, tí tað er ómakaleyst og ókeypis at vera á listanum. Hetta ber í sær, at bíðilistin neyvanvísir veruliga tørvin, og at fólk við veruligum tørvi á grundstykkjum bíða ov leingi. Tí er eittdepositum á 3.000 kr. lagt á hvønn persón á bíðilistanum. Depositum fyri fyritøkur er 25.000kr. Endamálið er at fáa eina veruliga mynd av grundstykkjatørvinum í kommununi.Depositum verður afturgoldið, tá keypari hevur ognað sær grundstykki frá kommununi.Íløgur í infrakerviInnan infrakervið hevur kommunan gjørt stórar íløgur seinnu árini, og í 2011 verða nýggirpartar av infrakervinum gjørdir.
Sambandið tvørtur um Sandá, millum Argir og Velbastaðvegin, verður loyst við einari brúgv,ið skal projekterast komandi ár. Arbeitt verður við øðrum útbyggingum og betranum avinfrakervinum, m.a. teininum suður til grótbrotið á Glyvursnesi, og fleiri av hesum ætlaðuarbeiðunum skulu byrja í hesum valskeiðnum.Arbeitt verður alsamt við at útvega fleiritryggar gongu- og súkkluleiðir, og vert er at minnast til, at ferðslutrygd verður hugsað inn íalt, sum Tórshavnar Kommuna ger, tá tað snýr seg um infrakervið.
Ein ferðslutrygdarætlan verður eisini gjørd í 2011.Varin og ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkurBýráðið rekur ein varnan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitik, og fleiri rationaliseringar ogumleggingar eru framdar í rakstrinum í 2009 og í 2010. Hetta heldur fram í 2011.Sum nevnt í byrjanini leggur Tórshavnar Kommuna stóran dent á, at borgarar ogvinnufyritøkur í býnum skulu merkja sum minst til tær sparingar, ið neyðturviliga skulufremjast. Trivnaðurin í kommununi skal varðveitast og vaksa.
FÍGGJARÆTLAN 2011
Fíggjarætlanin leggur í stóran mun dent á at skapa virksemi, so vinnan í býnum hevurmøguleika at loysa kommunalar uppgávur, nú virksemi í privata geiranum og nýtslan hjáhúskjum er minni enn áður.Harumframt leggur vakstrarætlanin fyri Tórshavnar Kommunu m.a. upp til at skapa ogtryggja langsiktaðan vøkstur í høvuðsstaðnum. Lyklaorðini eru fólkavøkstur,búskaparvøkstur og høgur livifótur. Frá kommununar síðu verður arbeitt aktivt við at fremjavakstrarætlanina saman við vinnu, myndugleikum og øðrum viðkomandi pørtum. Eitt samtog einmælt býráð samtykti vakstrarætlanina tann 18. mars 2010.Bæði, tá tað kemur til lántøku og gjaldføri, er Tórshavnar Kommuna í einari góðari støðu.
Í2010 skuldi kommunan eftir ætlan havt tikið eitt lán á 51 mill. kr., men vegna góða gjaldføriðhevur henda lántøka ikki verið neyðug enn. Væntandi verður lánið tikið í fyrru helvt av 2011í staðin. Samlaða skuldin verður í mesta lagi 225 mió. kr. við árslok 2011. Gjaldførið ernøktandi, og tað er ein stórur fyrimunur at kunna fíggja dagliga tørvin við egnum gjaldføri.Mett verður, at eitt minsta gjaldførið á 60-70 mill. kr. er hóskandi.
Búskaparútlitini fyri Føroyar eru ikki av teimum bestu. Kortini hevur Tórshavnar Kommunavalt at síggja ljósari upp á framtíðina, enn so mong onnur gera í dag. Royndirnar vísa, atgongdin vendir, sum frá líðir, og við fíggjarætlanini fyri 2011 ger kommunan sítt til, atskeiðið við niðurgongd styttist og ávirkar virksemið í høvuðsstaðinum sum minst.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
FÍGGJARÆTLAN 2011
Ingen kommentarer:
Send en kommentar