søndag den 9. januar 2011

Innlendismálaráðið sigur nej til Hotspots økir hjá Tórshavnar kommunu!


Nú er svar komið frá Innlendismálaráðnum til Tórshavnar kommunu, sum hevur sagt nei til at Tórshavnar kommuna kann uppseta hotspots økir í miðbýnum og til ferðandi. Tí tað stríður ímóti kommunulógini.

Eg fari eg at leggja hetta mál til endaliga støðutakan hjá Tórshavnar kommunu. Eg fari at spyrja um Tórshavnar kommuna er samd við niðurstøðuni hjá Innlendismálarðanum. Sjalvur haldi eg at her burdi kommunulógin verið endurskoða, ti hetta fer kommunan ikki falitt av og talan er bert um hækkan av tænastustøðinum hjá kommunu yvirfyri borgaranum. Hetta er ikki sum at td. kommunan fer inn i eitt nu flakavinnuna, sum onkur kommuna gjørdi á sinni og harvið var kommunulógin endurskoða.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur arbeitt við hesari ætlan í 2 ár og roynt allar møguleikar.
Men Inlendismálaráðið loyvir ikki kommununi at bjóða hesa tænastu, sum er meira enn vanlig i okkara grannalondum. Ikki serliga hugaligt ikki at kunnu bjóða okkara kommunu fram á hesum kanska vanliga tøknuliga øki.  Eisini er hetta ikki serliga lokkandi fyri eina kommunu sum hevur til slogan i sinari vision "at vera virkin og vakin". Her hugsi eg serliga um okkara útisetar, við tí fyri eygað at faa teir heim aftur.

Tað einasta sum er framt er at býðarbókasavni hjá Tórshavnar kommunu nú hevur 3G traleyst net til borgaran.
Tað er at frøðast um at eitt Landssjúkrahúsið hevur hesa tænastu og brýtir ikki kommunulógina?

Eg fari tí at gera eina roynd afturat. Tað er at fáa málið fyri býráðið til endaliga støðutakan í januar.
Vónandi fer Innlendismálaráðið ella Dátueftirlitið ikki at siga nei til um at "streama okkara býráðsfundir" ... um tað blivur aktuelt.
Levi Mørk, býráðslimu

Ingen kommentarer: