søndag den 9. januar 2011

Nú má vera nokk flutt úr Tórshavn.

Tað nýggjasta dømi at flyta stovnar úr Tórshavn er tað sum Landsstýriskvinnan Helena Dam á Neystabø, hevur avgjørt, at gera umfatandi bygnaðarbroytingar innan allar hægri útbúgvingar í Føroyum. Nú skulu útbúgvingarnar hjá vinnuháskúlanum flytast úr Havn til Klaksvíkar.


Eg sum býráðslimur í Tórshavn, vil als ikki góðtaka at Tórshavn sum býður, missir Vinnuháskúlan til KLAKSVÍKAR.
Tað sær út til at borgarligi vongurin í Klaksvík sum er væl umboðar á Føroya Løgtingi hevur stort vald og tað er kanska heldur ikki so løgið, tí teir eru partur av samgonguni og har skal alt jú hanga saman við fíggjarætlan og við politisku visiónum hjá teimun í har valda.

Tað sær eisini út til, at tað eru rossahandlar uppí hesri ætlan, her hugsi eg um hvat tað er fyri eitt argumenti fyri at flyta vinnuháskúlan til Klaksvíkar?  Er tað kanska ikki fyri at kabalin við nýggja studentaskúlan á Markngili skuldi ganga upp hjá núverandi samgongu á Føroya Løgtingi, ella hvat liggur aftanfyri?

Ja,  tann borgarligu vongurin í samgonguni, skulu  atkvøða fyri nýggjum studentaskúla á Marknagili og tað hevur so tann prís,  at tær lægri ikki akademisku skúlaútbúgvingarnar skulu f til Klaksvíkar.  Er tað ikki soleiðis tað er komin til hesa niðurstøðu?

Ella hvat er grundarlagið at flyta ein 100 ára gamla skúla úr Tórshavn sum annars koyrir væl til Klaksvíkar?
Er tað kanska eitt álit um bygnaðarbroytingar sum ger seg galdandi?

Jú tað er gott við ymiskum álitum, um hvat er rætt og hvat er ikki so gott,  út frá ymiskum fyritreytum og  kontekstum  í vit tosað um.

Men tað er jú soleiðis, at  tað er ikki altíð at eitt álit skal fylgjast og tað verður tað jú heldur ikki  altíð, tað vita og kenna vit.

Tað veit núverandi samgonga eisini, um vit hugsa um tað nýggjasta dømi t.e har áliti um eftirskúlan í Hvalba - hann skal nú vera í Sumba er tað nýggja dømi. Einki ímóti Sumba, men er hetta ikki ein máti, at fáa meira stríð fyri at køva ætlani um eftirskúlan í Hvalba. Eg veit eisini at tað fíggjarliga skal hanga saman og fíggjarkorini eru trong innan menturnarøki, tí nýggi skúladepilin í Havn fer við tí mesta. Eg frøðist eisini um at tað kemur ein skúladepil í Tórshavn, tað er ikki tað, men at prísurin er at vit í Havn skulu missa Vinnuskúlan, er nýtt fyri meg og tað má eg harðliga ganga ímóti sum býráðslimur fyri Tórshavnr bý.

Hetta kann ikki halda áfram, fyrst skal Rósa flyta sambylir til Vágar og nú skal Helena geva vinnuháskúlan til Klaksvíkar, hetta er púra burtur við og ein politiskur rossahandil í samgonguni. Er alt hetta so væl gjøgnum hugsað? Er tað ikki líka gott, ella kanska betri at skiparar og skipsførarar vera saman, sum nú er etc. Hví bólka sundir og flyta hetta?

Hevur tað bara nakað við BA – støði og ikki akademiskstøði at gera, er tað ikki bara ein politisk kabal sum skal ganga upp?

Hetta má Tórshavnar býráð stegað, við allari megi. Nej Helena hetta er púra purtur við.og kann ikki góðtakast. Nú má vera nokk við at flyta fleiri útbúgvingar og harvið arbeiðspláss úr okkara høvðusstaði.

Levi Mørk, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

Ingen kommentarer: