Levi Mørk, valevni til býráðsvalið fyri Javnaðarflokkurin. Týsdagur 7. oktober 2008, kl. 13.00192/131 - Meiningar
Ja, nú stundar ímóti byráðsvali og eg bjóði meg fram á Javnarðarlistanum hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum valevni 11. novembur 2008. Her havi eg eitt stórt hjartamál, sum eg arbeiða fyri, um eg verði valdur og tað er, at tað verður bygdur ein nýggjur frítíðarmiðdepil í Hoyvík og í nýtt ungdómshús í Kollafjørði.
Út frá fólkatalinum í Hoyvík og í Kollafjørði, er grundarlag fyri at byggja nýggj ungdómshús bæði í Hoyvík og í Kollafjørði. Tað er heilt vist, at tørvur er á einum slíkum staði bæði í Hoyvík og í Kollafjørði. Td. kan nevnast at í Vestmanna og á Tvøroyri er ungdómsklubbar.
Sambært heildarætlanini fyri Tórshavnar kommunu kann roknast við, at eini 6.000 fólk fara at búgva í Hoyvík/Hoyvíkshaganum í 2022. Eg havi ikki nøkur tøl fyri Kollafjørð. Mín hugsan er, at børn frá 3. til 5. flokk kunnu vera inni í frítíðarmiðdeplinum frá kl. 15.00-til 17.00 og tey størru børnini/ungdómurin kunnu vera í frítíðarmiðdeplinum frá kl. 17.00 til 22.00. Men til viðurskiftuni verða betri og nýggjur frítíðarmiðdeplin verður bygdur, ber til at leiga seg inn í kirkjukjallaran hjá Hoyvíkar kirkju og brúka frítíðarskúlan í Hoyvík til endamálið.
Tað eru fleiri møguleikar, fyri at fáa hetta ígjøgnum, m.a. kann núverandi frítíðarskúli í Hoyvík, brúkast til endamálið. Eisini eru møguleikar fyri, at leiga seg inn í Hoyvíkar Kirkju, um kirkjuráðið gongur við til tess. Her hevur frítíðarskúli í Hoyvík havt eitt sera gott samstarv við Hoyvíkar Kirkju tað farna árið og tann leigusáttmálin sum Tórshavnar kommuna hevur við Hoyvíkar Kirkju, átti at hildið fram við atliti til, at 3 og 5 floks børn kunna nýta hetta tilboði við at vera í kirkjukjallaranum, sum er klokkulárur til endamálið.
Í longdini er besta loysnin at byggja ein nýggjan frítíðarmiðdepil í Hoyvík.
Eg haldi at hann kann byggjast á Karlamagnusarbreyt. Tórshavnar Kommuna hevur gjørt eina heildarætlan fyri Karlamagnusarbrey í Hoyvík og á heimasíðuni, stendur at lesa: Heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt Sambært heildarætlanini fyri Tórshavnar kommunu kann roknast við, at uml. 6.000 fólk fara at búgva í Hoyvík/Hoyvíkshaganum í 2022. Í dag er nógv tann størsti parturin av bústaðum í sethúsum við lutfalsliga stórum grundøki. Í framtíðini er ætlanin at byggja fleiri raðhús og íbúðarhús. Í heildarætlanini fyri Tórshavnar kommunu er avgjørt at lutfallið millum hesi bústaðarsløg, skal verða: -sethús 40%-íbúðarhús 20%-raðhús 40% Hetta er partvís fyri at spara byggilendið, men eisini fyri at fáa eitt størri fjølbroytni í bústaðarhópin. Í heildarætlanini verður býarpartsdeplar eisini umrødd. Mett verður at ein býarpartsdepil krevur eitt íbúgvarauppland uppá uml. 5.000 fólk. Funktiónirnar, ið eiga at verða í einum býarpartsdepli eru t.d. skúli, stovnar, skrivstovur, tænastuvirkir sum t.d handlar, mat- og skeinkistøð v.m. Endurgeving endað.
Sum tit síggja í heildarætlanin er nógv gott nevnt omanfyri, her er jú eisini skúlar og stovnar.
Tí haldi eg at hetta er tað besta staðið at byggja ein nýggjan frítíðarmiðdepil, sum eisini kann virka sum eitt mentanarhús í Hoyvík. Eisini tí, at heildarætlanin er longu gjørd fyri økið Karlamagnusarbreyt. Hetta er og verður til stóra gleði fyri allar borgarar í Hoyvík og í Tórshavnar Kommunu sum heild.
Í Kollafjørði tørvar eisini ein slíkan frítíðarmiðdepil ella ungdómshús, sum kann taka børn og ung inn eftir skúlatíð.
Ungdómurin í Kollafjørði, hevur ov langa leið til Havnar eitt nú til Margarinfabrikkina og tað er ikki nóg gott. Ungdómurin í Kollafjørði, heldur til rundan um nýggja skúlan og ítróttarhøllina eftir skúlatíð. Tað er ikki í lagi, tey skullu hava eitt stað at fara til og tað skal vera undir skipaðun námsfrøðiligum viðurskiftum. Tað eru fleiri øki í Kollafjørði har eitt slíkt ungdómshús kann byggjast, m.a. beint við nýggju Ítróttarhøllini og skúlan. Eisini ber til at keypa okkurt hús til endamálið, td. er býgdarhúsið í Kollafjørði, væl egna til endamáli, kanska burdi Tórhavnar kommuna keypt býgdarhúsið í Kollafjørði, har kunnu so arðir instansir eisini halda til.
T.d. hevur Kollafjørður eitt hav av góðum góðum tónleikaraum, her hevði so eisini verið pláss fyri teimun.
Fíggjarstøðan:
Fíggjarliga sær gott út hjá Tórshavnar Kommunu, so eg síggi ikki nakran truppuleika við tí. Sjálvandi skulu vit vera ansin fíggjarliga, tí alt kostar pening, men tað eru eisini møguleikar fyri inntøkum innan hetta økið, td. ber til at leiga ein frítíðarmiðdepil út til ymisa mentan o.a. Vit tosa ikki um eina íløgu samaborið við nýggja skúlan á Argjum, har tað er skilabest at fíggja nýggja skúla við einum langtíðarláni – soleiðist at tað eru rokningar til komandi ættarli og komandi íløgur.
Eg vil heilt vist arbeiða við hesum málinum, um eg verið valdur inn í Tórshavnar býráð. Sami truppuleiki verður eisini á Argjum um nøkur ár og ikki at gloyma á Velbastað, har hevur ungdomurin ov langa leið til Havnar, til td. Margarinfabrikkina.
Eitt annað sum eisini hugtekur meg, tað er, at vit fáa eitt ungdómsráð hjá Tórshavnar Kommunu. Vit hava eitt eldraráð, hví ikki fáa eitt ungdómsráð, har ungdómurin í kommununi sjálvur kann vísa á hvat ið tørvurin er.
Ungdómur undur 18 ár gloymdur:
Ungdómurin undir 18 ár manglar eisini eitt stað at fara í vikuskiftinum, tí tey eru ov ung til at koma inn í klubbar og annað. Her má eisini gerast nakað og eg kundi ynskt, at tey eisini fingu sítt egna stað við skipaðum viðurskiftum, har tey sjálvi seta dám á tørvin og føla at hetta er teirra stað. Tað hjálpir ikki, at leiga seg inn onkrastaði og uttan nakar hevur eftirlit við teimun. Nej tey skulu sjálvi hava eitt stað við námsfrøðiligum eftirliti, men tey skulu hava kenslu av, at hetta er teirra stað. Um vit fyribyrgja á økinum, kann alt gott koma burtuúr. Vit kenna øll tað negativu síðuna tí tað er skjótt at koma út í óføri o.a. um tú ikki verður hoyrdur og virdur sum persónur, eisini tá ið tú ert undur 18 ár.
Børn við serligum tørvi:
Eisini vil eg arbeiða fyri, at børn við serligum tørvi fáa betri sømdir, sjálvt um hetta økið er meira eitt landsmál enn eitt kommunumál. Børn við serligum tørvi hava alt ov ring kor í tí føroyska samfelagnum. Hetta lýkist ongum. T.d. eru eingi serlig tilboð fyri børn við serligum tørvi eftir 2. flokk, tvs. her er eingi frítíðartilboð sum dekka tørv teirra. Hetta er eisini, ein trupulleiki, tí her er talan um eitt mál sum er landsmál og ikki kommunalt.
Eg kenni frá mínu dagliga yrki sum leiðari fyri frítíðarskúlan í Hoyvík, fleiri dømi um hetta, har tað verður kladrast um fíggjarlig viðurskiftu og hvør hevur ábyrgdina. Men vit sum búgva í Tórshavnar Kommunu, eru jú øll borgarar í Tórshavnar Kommunu, eisini serbørnini.
Tí má nakað gerast fyri at flyta nøkur mørk og bøta um viðurskiftini hjá okkara serbørnum. Tað eru nógv politisk økir í eg brenni fyri, men eg verið noyddur at avmarkað meg við omanfyristandandi lesarabrævið.
Eg farið í øllum førum, at gera mítt til, at alt hetta verður sett í verk og nógv annað.
Fá nýtt stev - vel Lev! Vel Levi Mørk til býrásvalið 2008 Eg eri á Javnaðarlistanum, listi C
Ingen kommentarer:
Send en kommentar