Frítt tráðleyst internet í Havn
Hotspot-umráðir
Levi Mørk. Týsdagur 7. oktober 2008, kl. 11.15193/131 - Meiningar - Kommunuval 2008
Í Tórshavn, tráðleyst samband ymsastaðni í miðbýnum í Havn, hetta er til stóra gleði fyri allar borgarar, eisini til ferðafólk. Hetta kann fíggjast gjøgnum lýsingar o.a. Eg vil gera mítt fyri, at hetta kemur ígjøgnum, um eg verið valdur inn til Tórhavnar býráð á valinum 11. november.
Eg fari her at endurgeva nakað frá einari áhugaverda grein frá politikken, har m.a. Høje Taastrup kommuna, longu hevur fingið slíka tráðleysa skipan undir land og aðrar kommunur í Danmark fylgja við, sí grein "Hotspots í Danmark".
Tær fyrstu kommunurnar í Danmark fáa nú Hotspots-umráðir, har ein kan fara inn internet uttan at gjalda nakað. Hetta ber longu til í Høje-Taastrup í Danmark og aðrar kommunur eru á veg.
Hetta sigur Borgarstjórin í Høje Taastrups m.a. Um hotspot tráðleyst internet:
Endurgeving byrjar:
”Vit hava sagt ja til hotspot, orsakað av at vit halda, at hetta er ein sera góð tænasta fyri okkara borgarar og ferðafólk. Nú kunnu tey koma á internetið uttan at gjalda nakað. Tey kunnu koma á internetið nógva staðni í miðbýinum hjá okkum. Hetta er tað rætta, og útviklingurin innan internet tøkni, er sera stórur, og vit noyðast at fylgja við tíðini. Høje Taastrup Kommunan hevur goldið 250.000 kr fyri, at stovna 8 hotspots, har tað er møguleiki at koma á internetið, sigur borgarstórin í Høje Taastrup kommunu Michael Ziegler”. Endurgeving endar.
Hotspots kann fíggjast við lýsingum.
Í Høje Taastrup kommunu vera hotspot – internet verður goldið aftur við lýsingum frá fyritøkum, so her verður ikki nakað eykað at gjalda. Heldur ikki fyri Tórshavnar Kommunu, um ein slík verkætlan verður sett í verk?Hotspot (trðleyst internet í Tórshavn)
Ja her eru nógvir møguleikar.
Hugsa tykkum til, hvussu frálíkt tað hevði verið at logga seg inn á facebook og á portalin og onnur støð, meðan ein gongur sær ein túr Havn.Hotspot-umráðir Lat okkum vera við og frammanfyri onnur og fáa okkum tráðleyst internet ymsa staðni í Tórshavnar kommunu.
Eg fari heilt vist at arbeiða við sakini.
Levi Mørk, valevni til býráðsvalið fyri Javnaðarflokkin
Ingen kommentarer:
Send en kommentar