Sum nú er, er bert frítíðarskúlatilboð upp til 2. flokk. Eg vil arbeiða fyri, at børn í 3. flokki hjá Tórshavnar kommunu, koma at fáa tilboð um at ganga í frítíðarskúla eftir 2. flokk.Sum nú er bert frítíðarskúli upp til 2. flokk.
Eg havi sjálvur royndir frá Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har vit hava mong foreldur, sum ynskja hetta tilboði. Sjálvandi skulu børnini eisini vera við uppá tað. Vit kunnu byrja við 3.flokki sum eina roynd og síðani eftirmeta støðuna út frá tørvinum. Eg vil 100% arbeiða fyri sakini.
Frítíðarklubb í nýggja skúlanum á Argjum.
Tað eru komnir fleiri dagstovnar á Argjum, og tað er frálíkt, men her vantar nakað fyri ungdómin, tað er ov langt at fara oman í býin hjá ungdóminum á Argjum. Eg meini, at ungdómurin á Argjum kann brúka nýggja skúlan á Argjum eisini til ungdómsklubb.
Har verður jú eisini frítíðarskúli, hví ikki kanna møguleikan fyri at hava ungdómsklubb uppá sama máta, sum tankin er at gera uppi í frí tíð ar skúla num
Hoyvík og í ítróttarhøllini í Kollafirði. Eg eri heitur talsmaður fyri hesum.
Í Nólsoy hava ungdómar einki.
Eg vil eisini arbeiða fyri, at ungómurin í Nólsoy fær betri kor. Her er einki frítíðartilboð til ungdómin. Hetta líkist ongum. Vit vita jú, at ungdómurin í Nólsoy hevur alt ov langa
leið til Havnar.
Fá nýtt stev – vel Lev
Ingen kommentarer:
Send en kommentar