torsdag den 30. oktober 2008

Ítróttarhøllin í Kollafirði til ungdómshús:

Skrivað hevur: Levi Mørk 23-10-2008 01.34

” Lat okkum brúka Ítróttarhøllina í Kollafirði til ungdómshús”,
Hetta var ein lutakari skjótur at svara, tá ið vit høvdu valcafé/kjakfund í Café Chil´l í Kollafirði í kvøld. Eitt av evninum ið vit umrøddu, var trivnaðurin hjá børnum og ungum í Kollafirði.
Tørvur er eftir einum staði til ungdómin.Tað var eisini fitt av ungdómi tilstaðar í Café Chil´l, tey vístu eisini á, at tørvurin var til staðar. Hetta var annars ein góður og konstruktivur fundur, har nógv gott kom fram frá bygadarfólkinum.

Stórt pláss í ítróttarhøllini.
Har kom eisini fram, at í ítróttarhøllini í Kollafirði, eru tvey stór loft uppá 300 fermetrar í part. Tey flestu fundarfólkini og valevnir hjá Javnaðarflokkinum vóru samd um, at her eru møguleikar við at brúka loftini í ítróttarhøllini til ungdómin. Har tey føla, at hetta er teirra stað og við námsfrøðiligum eftirliti, sum eg fyrr havi skriva um í lesarabrævið, um støðuna. Eg havi eisini fyrr sagt, at eg ætli mær, at gera nakað við málið, um eg verið valdur inn 11.11.08.

Tann besta loysnin hevði verið, at bygdt ein nyggjan frítíðarklub, har frítíðarskúlabørn og ungdómurin kundi búðleikast. Tað sama vil eg arbeiða fyri í Hoyvík, við ætlan um ein nýggjan frítíðarmiðdepil.

Frítíðarskúlabørnini í Kollafirði hava ikki góðar karmar:

Frítíðarskúlabørnini í Kollafirði, halda til í sera vánaligum karmun, saman við við barnagarðsbørnum. Í framtíðini skal byggjast nýggjur barnagarður og nýggjur frítíðarskúli.

Lat okkum halda fokus á ungdómin fyrst og brúka ítróttarhøllina til ungdómshús.

Men, lat okkum fyrst fara og hyggja uppá møguleikum fyri, at brúka ítróttarhøllina í Kollafirði til ungdómshús. Hetta er ikki í lagið, at ungdómurin, skal vera identitetsleysur og flaksa ymsastaðni í bygdini. Nej hetta er eitt mál, sum skal takast upp beinavegin. Eg fari, at arbeiða víðari við sakini, um eg verið valdur inn í Tórshavnar býráð.

Tí eg brenni fyri sakini. Tit frætta aftur frá mær. Vel Levi Mørk, valevni á lista C Fá nýtt stev - vel Lev

1 kommentar:

Anonym sagde ...

Hey Levi

Eg eri samdur við tær at tey ungu í Kollafirði, og aðra staðini hava tørv á einum ungdómshúsið.

Tú skrivar at ítróttarhøllin í Kollafirði kann brúkast til endamálið, til eitt annað hóskandi hús er tøkt, um eg havi skilt teg rætt.

Hvussu hugsar tú at ungdómshúsið skal brúkast í praksis ?

Hvat innihald heldur tú skal verða í ungdómshúsinum, meðan tað er í ítróttarhøllini ?

Nær á degnum skal høllin brúkast ?

Hvørjir hentleikar sum hoyra til høllina kunnu eisini brúkast til ungdómshúsið ?

Jákup Fjallsbak, flogbóltsvenjari hjá KÍF