Marin Katrina forkvinna í teknisku nevnd
fríggjadagur, 16. januar 2009
Á fundi í gjár hevur tekniska nevnd í Tórshavnar býráð skipað seg við Marin Katrinu Frýdal úr Tjóðveldi sum forkvinnu og Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum sum næstformanni.
Hinir nevndarliminir í teknisku nevnd Tórshavnar býráðs hetta skeiðið eru Jákup Símun Simonsen úr Tjóðveldi, Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Tekniska nevnd varðar av vegum, gøtum, ferðslu, kloakkum, vatn- og ljósveitingum, skúlakoyring og Bussleiðini í Tórshavnar kommunu.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar