
Góðu borgarar 1. januar 2009 byrjaði eitt nýtt valskeið.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava gjørt sáttmála um samgongu í Tórshavnar býráð at røkja áhugamálini hjá borgarunum bæði á bygd og í bý.
Samgongan byggir á grundvøllin, sum lagdur er í samarbeiðnum millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin í valskeiðnum 2005-2008.
Flokkarnir eru samdir um at taka upp nýggjar tættir og halda fram við ætlanum, sum eru stungnar út í kortið.
Ábyrgdan fíggjarpolitikk og framtíðar vinnustrategi.
Nú fíggjarkreppa herjar um allan heim, er sera umráðandi at reka varnan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, so landins størsta kommuna stendur seg væl.
Samstundis ger kommunan eftir førimuni sítt til at vinnuligu hjólini mala og heldur fram arbeiðið at gera eina framtíðar vinnustrategi fyri kommununa.
Kommunan tekur virknan lut í ætlanunum at umskipa landsins kommunubygnað og sær til, at høvuðstaðarkommunan fær neyðugar sømdir at mennast og reka sín leiklut sum oddakommuna.
Strongt verður á at fáa eldraøkið lagt út til kommunurnar sum skjótast – við pengum.
Strongt verður á at menna kommunustýrisskipanina fyri Tórshavnar kommunu, so valdu politikararnir veruliga fáa møguleika at røkja sítt demokratiska umboð nærri tí, sum dagliga fer fram í kommunalu umsitingini.
Tórshavnar kommuna ger sær greitt, hvat møguligir tunlar inn á Skálafjørðin og til Sandoyar ávirka hennara viðurskifti og strongir á landsmyndugleikarnir at taka avgerð um nýggjan flogvøll, so kommunan veit, hvørjum lendi hon kann disponera yvir.
Bygging.
Byggingin av fimleikahallum í Gundadali heldur fram. Bygging av Argja skúla verður sett í verk. Farið verður undir at projektera ellis- og røktarheim úti við Strond. Avgerð verður sum skjótast tikin um staðseting og fyrireiking av nýggjum Musikkskúla at fremja í valskeiðnum. Kvøldskúlanum verða sum skjótast útvegaðar betri hølisumstøður.
Ætlanir verða lagdar og framdar um útvegan at nøktandi tali av grundstykkjum kring um í kommununi. Í Kollafirði verða grundstykki útvegað sum skjótast.
Umhvørvi og ferðsla
Dentur verður lagdur á umhvørvismál og burðardygd eins og møguleikar at nýta natúruna, herundir gøtur og planting í størri mát. Dagføringin av kloakkunum og reinsan av áum og vágum heldur fram og allar gongubreytir verða dagførdar og umvældar til frama fyri øll. Arbeiðið at fullføra innara ringvegin av Argjum í Marknagilsvegin heldur fram. Farið verður í samráðingar um yvirtøku av Hvítanesvegnum til tess at gera hann ferðslutryggan.
TrivnaðurFrítíðar- og ungdómspolitikkurin verður raðfestur høgt.
Skipað verður fyri ymsum ungdómstilboðum í nærumhvørvinum í Hoyvík, Vesturbýnum/Argjum, Kollafirði v.m.
Miðbýurin skal aftur gerast ein livandi býarpartur, so fólk og familjur hava nakað at leita hagar til til gamans og álvara. Spælipláss verða útvegað, skipað verður fyri virksemi út móti gongugøtuni, sum verður partvís uttan bilferðslu. Umhugsað verður at útvega møguleika fyri fjølbroyttum tiltøkum undir taki. Grasagarður verður umskipaður og latin upp til ymiskt frítíðarvirksemi, sum dregur fólk til sín.
Hildið verður fram at menna Vágsbotn og Tórsgøtu til trivnaðar- og mentunarvirksemi, og ætlanir verða lagdar um framtíðar nýtslu av Skálatrøð samstundis sum parkeringsviðurskiftini í miðbýnum sum heild verða tikin til viðgerðar.
Opinleiki og gjøgnumskygni.
Samgongan setir sær fyri, at borgararnir fáa høvi at fylgja við kommunala arbeiðnum og teimum átøkum, sum kommunan fer undir.
Borgararnir verða loypandi kunnaðir um kommunala arbeiðið og býráðsarbeiðið. Hetta verður gjørt umvegis heimasíðuna og aðrar vegir. Dentur verður lagdur á opinleika og gjøgnumskygni í kommunalu fyrisitingini og politiska arbeiðnum. Umráðandi er, at borgararnir frætta skjótt aftur frá kommununi, tá latnar verða inn umsóknir í byggimálum o.ø. Allar kærur frá borgarum og umsóknir um innlit verða svaraðar beinanvegin.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar