Giza FF við Glitnirsteypinum, sum eg handaði teimun á Ólavsøku 2010. |
27 Jul 10
Giza er framvegis stóribeiggin hjá teimum minstu í Havn
Í kvøld var risasteypadysturin millum FF Giza og Undrið FF, har kappast var um nógv tað størsta steypið í Føroyum.
Tað eydnaðist enn einaferð FF Giza at knógva Undrið FF í hesum ógvuliga prestisjufulla ólavsøkudystinum. Giza vann 3-2 aftaná hálvleiksstøðuna 1-1.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Jóanes Martin Johannesen Undrið á odda 1-0, men stutt undan steðginum javnaði Bjartur Dam fyri Giza við einum ófatiliga vøkrum máli. Bjartur Dam tamdi bóltinum við bringuni, vendi sær og meddaði til frá 35-40 metra fjarstøðu, og bólturin sat klokkureint í handara horninum. Gundadalur hevur ikki sæð nógv vakrari mál enn hetta, og tað viðurkendu leikarnir hjá Undrinum eisini.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Pól Kjartan Dam Giza á odda 2-1, og tríggjar minuttir seinni økti Hjørtur K. Justinussen til 3-1. Men Jóanes Martin Johannesen fekk spenning aftur í dystin, tá hann minkaði um munin til 3-2.
Undrið trýsti øðiligt fyri at javna, men tað eydnaðist ikki, og Giza vann 3-2.
Levi Mørk, býráðslimur handaði risasteypið til teir ovurfegnu Giza-leikarnar, og hann legði herðslu á, at dysturin var so tættur og intensur, sum nøkur grannauppgerð millum HB og B36.
Væl yvir 200 áskoðarar vóru til dystin, og annarhvør áskoðari sat við einum suðurafrikonskum ýlihorni - vuzuela - og hoyrdist ikki mannamál í B36-skýlinum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar