lørdag den 21. august 2010

Lat brennivínssøluna til handilslívið og brúkið avgjøld til fyribyrging. Eitt gott dømi um broyttar drekkivanar var hendan Ólavsøkuna.


Skrivað hevur: Levi Mørk
Týsdagur 3. august 2010, kl. 12.59, 144/133 - Meiningar

Tíðin er ikki komin til, at tað almenna skal gera brennvín,søluna til eitt alment partafelag, nej tíðin er komin til at leggja søluna út á privatar hendur og nemliga til handilslívið at umsita

Eitt gott dømi um broyttar drekkivanar var hendan Ólavsøkuna.

Ólavsøkan var væl fyriskipað sum ongantíð áður. Tað var hugaligt at skoða til hesa Ólavsøkuna, at tað vóru ikki stórar akvavitfløskur at síggja sum fyrr í tíðini, og føroyingar og teirra drekkivanar teirra eru nógv broyttir, hetta var henda Ólavsøkan eitt gott dømi um.

Á Ólavsøku í ár vóru fleiri vælfyriskipaðar caféir, har tann, sum vildi, kundi keypa sær eina ella 2 øl, um hann/hon vildi tað, og hetta er eisini eitt gott dømi um, at vit føroyingar duga væl betur at drekka enn áður.

Sjálvandi eru tað nøkur, sum ikki duga og tola so væl at nýta rúsdrekka við skili. Men til hetta er at gera eitt gott fyribyrgjandi arbeiði, og tað skal landið saman við handilslívinum og fráhaldsrørslunum syrgja fyri.

Tað er burtvið at gera eitt alment partafelag og við at útbyggja verandi rúsdrekkasølu, og nei lat brennvínssøluna upp fyri handilslívinum at umsita og brúkið avgjøldini til fyribyrging.

So her eri eg eisini samdur við Heðin D. Poulsen, greinskrivara, har hann skrivar um sama evn, og eg loyvi mær at endurgeva nakað her ”Heldur skuldi almenna brennivínssølan verið avtikin, og síðani kundu milliónirnar, sum vóru at spara í almennari umsiting, verið brúktar til fyribyrging, upplýsing og til tað framúrskarandi arbeiðið, ymisku fráhaldsrørslurnar og stovnarnir gera fyri tey, har brennivínið hevur tikið yvir.“ Endurgeving endar.

Ja, tað er tíð uppá at fáa endurskoðað okkara rúsdrekkalóg og álagt søluna til privatar hendur, t.e til handilslívið at umsita og ikki brúka meira pengar til almenna fyrisiting og eitt nú við gera eitt alment partafelag, sum talan nú er um frá almennari síðu.

Sum sagt Ólavsøkan í ár, sum var vælfyriskipað, var eisini eitt gott dømi um, at føroyingar og teirra drykkivanar eru nógv broyttir, ja, nú er bara eftir hjá øllum pørtum at fylgja við.

Ingen kommentarer: