lørdag den 21. august 2010

Kenni einki til hasa samtyktina!

Skrivað hevur: Levi Mørk, skúlastýrislimur í Tórshavnar Kommunuskúla

Hósdagur 25. mars 2010

Hetta er ein viðmerkingar til grein hjá Hanusi Joensen, skúlastjóra, í Dimmalætting, sum hann nevnir ”Viðmerkingar til ætlan býráðsins um fútaforboð”.

Eg taki ikki undir við at mítt navn verður lagt til lesarabrævið hjá Hanusi Joensen, skúalstjóra.

Eg siti í løtuni í skúlastýrinum í Tórshavnar kommunuskúla, og eg kenni einki til hasa samtyktina, eri ikki ein partur av henni og taki ei heldur á nakran hátt undir við henni.

Skúlastjórin veit fullvæl, at eg meldaði klárt út á seinasta skúlastýrisfundi 18.03.2010, at eg vildi ikki viðgera mál um 10. flokk, tí tað stríðir ímóti býráðssamtykt, sum eg sjálvur eri partur av.

Hetta er somuleiðis felt niður í gerðabókina.

So lat meg staðfesta einaferð enn, at eg eri ikki partur av hesari samtyktini hjá skúlastýrinum frá 18.03.2010, ei heldur skrivinum, sum skúlastjórin hevur undirskrivað og sent til miðlarnar.

Ingen kommentarer: