lørdag den 21. august 2010

Nú má valda friður og næmingurin í hásæti!

Skrivað hevur: Levi Mørk, skjótt fyrrverandi skúlastýrislimur hjá Tórshavnar Kommunuskúla

Fríggjadagur 26. mars 2010, kl. 12.57, 60/133 - Meiningar

Eg vil hervið upplýsa tykkum, at eg havi boðað Heðin Mortensen, borgarstjóra frá, at eg ynski ikki at vera partur av skúlastýrinum hjá Tórshavnar kommunuskúla.

Eg haldi at hetta mál er farið av sporinum og her verður politikkur og skúlastýriðsarbeiði blandað saman. Tað ynski eg ikki vera partur av í einum skúlastýrið.

Uppgávan má vera at fremja tað besta fyri næmingarnar og okkara uppgáva í skúlastýrinum er at fremja tað besta fyri næmingin og ikki at fara og klandrast við okkara egnu kommunu.

Tað er ikki partur av fólkaskúlalógini sum umfatar skúlastýrisumboðan eftir § 50 í fólkaskúlalógini.

Eisini kann nevnast, at eg ikki havi fingið fundarboð til skúlastýrisfundir hjá Tórshavnar kommunuskúla og seinast kann nevnast, at eg ikki eri partur av at brúka advokatar og annað í stríðnum ímóti Tórshavnar kommunu, sum eisini er í ímóti býráðssamtyktini, sum eg eisini eri ein partur av.

At enda nú má valda friður og næmingurin í hásæti!

Ingen kommentarer: