SEV-THE SHOW MOST GO ON
15. des 2010
Tað hevur verið dúgliga kjakast, um at SEV fer at hækka EL-prísin fyri komandi ár, bæði skriving og ymiskar forkláringar hava verið frammi um avgerðina frá ymiskum vinklum. Fakfeløg hava tala harðliga ímóti hesari ætlan og nú manglar bert okkara ovastu fólkavaldu at siga teirra hugsan um EL-hækking upp ímóti 3000 krónum fyri komandi ár.Tað hjálpir lítið tá ið skaðin er hendir at siga ”hetta og hatta” og ja tað skuldi og burdi verið gjørt ørvísi.SEV sigur, at teir noyðast at hækka EL prísin, við 15 oyru/k Wh frá 1. januar 2011, fyri at fíggja ymiskar stórar íløgur sum eru framdar og vera framdar í løtuni og í komandi tíðum. Eisini sigur SEV, um teir skulu hava ein skylagóðan rakstur fyri komandi árini, so má henda EL-hækking setast í verk og at teir hava havt hesar ætlanir í fleiri ár, men eftirlitsmynduleikin hevur sagt nej til El-hækking. Men nú ergrønt ljós fyri hesari ætlan, sum kemur í gildið 1. januar 2011.
Eisini vita vit, at SEV hevur tikið risa stór lán ma. fyri at gjalda onnur lán við. Somuleiðis kemur SEV, at hava eitt risa hall uppá einar 40 til 50 milliónir fyri árið í ár og tað er nú álagt teimum frá eftirlitsmynduleikunum at hækka prísin, tí annars er SEV sera illa fyri fíggjarliga og so sær tað svart út fyri Elfelagið.
SEV fer nemliga, at hækka elprísin við 15 oyru/k Wh frá 1. januar 2011. Hetta kemur kanska at standa uppá í fleiri ár við EL- hækkingum fyri húsarhaldini í okkara fíggjarliga illa staddum landi.
Hetta tí, at SEV skal koma burtúr fíggjarkreppuni og tí skal tann vanligi borgarin gjalda beinavegin, fyri at SEV aftur kann fara og gera íløgur og kanska taka fleiri lán aftra tey komandi árini. Jú eingin sigur nakað og SEV fær frítt spæl og ”THE SHOW MOST GO ON” og vit góðtaka jú alt tað sum SEV er í holt við at gera, sær tað út til.
Teir gjalda lán við aðrari lántøku og hava eisini stórar visónir fyri framman, alt gott við visónumog tær skal ein fyritøka jú hava, men nú sær tað serra svart út og tað skal palleba gjalda uppá nøkur fá ár og niðurtellingin er byrja.
Hetta er ikki í ordan, óansæð forkláringar uppá oljupríshækking, hall og við atliti til tørvin fyri at útbyggja og endurnýggja gomul elverk o.a.
Sjálvandi skal tað vera pengar til rakstur, men loysnin er ikki at halda áfram við at taka lán, fyri at gjalda onnur lán við. Nej visiónirnar hjá SEV eru ov dýrar og tað endar galið áðrenn vit vita av.
Eg spyrji meg sjálvan og tykkum um niðanfyristandandi spurninngar
- Hava td. hesi 800 arbeiðsleysu verkafólk kanska ráð til hetta ?
- Hava allir teir handverkarur sum eisini eru ser illa fyri ráð til hetta?
- Ella tann einliga mamman (sum vit hava verið ófør til at útflýta av landinum), hevur hon ráð til EL-hækkingar?
- Kunnu vit nú alvorligan ikki vera bangin fyri fólkaminking- og eingin sum hevur politiska valdi sigur eitt orð??
- Hvat verður gjørt frá politiskari síðu?
Tórshavnar býráð kann jú ikki tala fyri alt landið, og hvat ið hinar kommunurnar halda og hugsa, kunnu vit sum Tórshavnar býráð ikki avgerða. Hetta má aðalfundurin hjá SEV taka srøðu til og ikki vit. Tí skilji eg ikki hvat í mállið skal gera í býráðnum, men ok, lat tað fara.
Heðin Mortensen, var frammi herfyri og segði sína hugsan og her eri eg púra samdur við borgarstjóranum,at meira útreiðslur til okkara borgarar er langt úti í hesum fíggjarligu trongu tíðum – og tað er dekan ov seint, at koma við hesari útreiðslu-ætlan, til tann borgarin 2 minuttir áðrenn lukkutíð. Her burdi alt verði melda út fyri langari tíð síðani, so hevði støðan kanska verið ein onnur, men nú er ikki nógv tíð til 1. januar 2011.
Men óansæð hvat hendir leggi eg sum býráðslimur ikki størri útreiðslur til fólkið. Vónandi gera hinar býrðslimur og bygdarráðslimir kring landið tað sama, sum umboða SEV fyri teirra kommunu, nú tá ið aðalfundur verður aftur í næstum.
Nøkur ráð til SEV ( um teir vilja og tíma at lurta) hvat við at tit lækka tykkara útreiðslupostar og hyggja uppá hvat fyri lán ið tit hava og lat vera við at taka nýggj lán fyri at gjalda onnur lán gomul lán við.
Roynið heldur, at umskipað tykkara lán til langtíðarlán og tá fer fólkið ikki at merkja tað so alvorligt sum tit nú hava ætlanir um at seta í verk á komandi fíggjarætlanum hjá tykkum, sum er ein ernorm príshækking, fyri at tykkara kabal skal ganga upp.
-At enda sparið, heldur uppá tykkara umsiting, har er sikkurt nógvar milliónir at spara og ikki leggja meira byrðar á fólkið.
Levi Mørk, býráðslimur
Ingen kommentarer:
Send en kommentar