søndag den 9. januar 2011

Ungdómurin í Tórshavn fær fleiri tilboð í 2011

Ungdómurin í Tórshavn fær fleiri tilboð í 2011

14. des 2010
Tað er gott at síggja allar tær íløgur og játtanir fyri 2011 hjá Tórshavnar kommunu.  Serliga hugaligt er  síggja at á fíggjarlógin, at ungdómurin í kommununi fær fleiri tilboð at velja í millum og ungdómsmentanin er komin í hásæti.
Hetta stendur eitt samt Tórshavnar býráð aftanfyri og tað er at fegnast um, at hetta verður raðfest so ovarliga hjá býráðslimun.
555.000 kr til KLUBB 188 í Hoyvík
Tórshavnar kommuna hevur havt royndartíð við ungdómshúsinum í Hoyvík ”KLUBB 188” og tað er somikið væl vitja at nú er avgjørt at leggja raksturin í eina fasta legu og 555.000 kr eru settar av raksturin í 2011.
1,5 millión til  ungdómsvirksemi í Kollafirði
Umframt hetta  hevur Tórshavnar kommuna avgjørrt, at innarættað loftið í ítróttarhøllina í Kollafirði fyri 1.5 millión til ungdóm og annað skapandi virksemi hjá KÌF.
Telducafé á Norðasta Hornið
Tað er eisini eitt spildurnýtt tilboð sum skal opnast á Norðasta Hornið, har kommunan hevur boða frá at Býlingshúsið á Norðasta hornið, skal opnað eina telducafé fyri teimun ung, har opið verður 2 til 3 ferðir um vikuna.  Hetta er sera átrokandi mál, tí tað er langur vegur frá Norðasta Hornið til eitt nú Margarinfabrikkina hjá teimun ungu.
Ungdómtilboðini  er fyribyrgjandi og fyriganga í rúsfríum umhvørvið
Tað er sera umráðandi, at tey ungu hava eitt stað at fara til og føla at hetta er teirra stað. Ungdómhúsini  eru eisini við til at styrkja identitetin og felagsskapin hjá teimum ungu . Somuleiðis er tað ein styrkur at tey ungu sjálvið seta dám á virksemi. Tilboðini eru eisini við til at syrkja um tað umhvørvið, har tey ungu sjálvið koma frá og tað liggur eisini eitt fyribyrgjandi arbeiði í hesum. Tey ungdómstilboðini  sum Tórshavnar kommunan hevur,  fyriganga øll í rúsfríum umhvørvið og tað er eisini endamálið og endámilið er eisini eitt fyrbyrgjandi arbeið.
Næsta stigið má vera ungdómsvirksemi  á Argjum
Nú eru fleiri tilboð á veg og tað er framanundan skapandi virksemi fyri teimum ungu í Nolsoy, á Margarinfabrikkini  og í  KLUBB 188 í Hoyvík.
Tað er sera umráðandi, at fáa skapandi ungdómstilboð í allari kommununi, men nú er sett hol á og enn er nakað eftir á mál. Tað er eisini neyðugt, at tað verður okkurt ungdómstilboð á Argjum.  Hetta er eisini stemningur fyri í býráðnum, so tað  má verða næsta stigið.  So næsta stigið má eftir mínari hugsan vera  eitt ungdómstilboð á Argjum.
Levi Mørk, býráðslimur

Ingen kommentarer: