Viðmerking til grein hjá Heina Gaard, blaðmanni á Dimmalætting
04. nov 2010
Heini skrivar soleiðis í Dimmalætting 07.10.2010, PUNKTUM. Endurgeving byrjar ”Levi Mørk bleiv valdur inn í Tórshavnar býráð upp á eitt lyfti um ókeypis tráðleyst internet til øll í miðbýnum í Havn. Men tað er ikki eydnast honum at innfríða lyfti, og óvist er, um tað nakrantíð fer at bera til, ella um lyftið hansara kann arkiverast saman við óteljandi øðrum brotnum lyftum til borgarar. Endurgeving endar”
Eg vil bara upplýsa Heina Gaard og Dimmalætting, at Býarbókasavnið hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið tráleyst internet í august í ár og tað er ein góð tænasta fyri borgaran, áðrenn høvdu tey vanligt internet til borgarnar, hetta síðani ár 2000. Eg veit so mikið væl, at Tórshavnar kommunu arbeiðir víðari við hotspots ætlanini hjá mær og tað eru fleiri atlit sum skulu takast.
Hesir spurnigar skulu svarast:
- Hvat sigur Innlendismálaráðið um ókeypis internet og hvat siga teir um ikki ókeypis internet?
- Hvat sigur kommunulógin?
- Hvat hevur kommunan loyvið til?
- Hevur kommunan loyvið til at veita tráleyst internet?
- Hevur kommunan loyvið til at loyva ávísum økjum av býnum internet samband og onnur økir ikki fáa?
- Hvussu við trygdini?
- Hvussu skal alt hetta skipast?
- Hvør skal vera veitari?
- Hvør skal vera brukari?
- Hvussu skal hetta skipast?
- Hvussu skal hetta umsitast og hvar?
- Hvør skal gjalda og fyri hvat?
Okkara kommuna má og skal fylgja við innan KT øki og onnur økir við. Annars vera vit bara eftirbátar og ikki vera kappingarførir við aðrar høvðustaðarkomunur rundan um okkum.
Annars eru tráleys net nógvastaðni í býnum og eisini skúlar og aðrir stovnar hjá kommununi hava longu 3G hotspot, men bert til starvsfólk við kodu. Tað er einki galið við tí. Men bert ein tøknulig framgongd.
Alt hetta við tráleysum og ókeypis internet, eru spurningar sum umsitingin saman við KT-deildini hjá Tórshavnar kommunu arbeiður við.
Tey gera eitt framúr gott arbeiði. Tey eru fakfólkini og eg eri amatørurin sum vil hava nøkur politisk ynskir uppfylt, so einkult er tað. Um tað eyðnast, ja so er tað ok, um tað ikki eyðnast, ja so er at finna uppá okkurt annað meira spennandi, soleiðis er politikkur.
Tað ber jú til hjá tykkum, at søkja tykkum vitan fra ymiskum instansum, um tit ivast og mangla kunnleika á økinum t.e hvat ber til kommunalt og hvat ber ikki til við atliti til ókeypis interneti og ikki ókeypis interneti. Tað er upp til tykkum so einkult er tað?
Eg kann eisini upplýsa tykkum á dimmu, at tað er framt eitt stórt ungdómsarbeiði hesi 2 árini hjá núverandi býráðssamgona í Tórshavnar kommunu. Eisini innan skúlaøki er nógv spennandi framt, eitt nú nýggjur barnaskúli/frítíðarskúli í Santa Frans og eitt hav íløgum innan meturnarøki. Sum ein samd býráðsamgonga stendur aftan fyri.
Eg kann taka nøkur onnur dømir uppá framd vallyftir. Eitt nú er opnað ungdómshús í Nólsoy, ungdómshús í Hoyvík og fleri ætlanir eru fyri 2 tey næstu árini innan hetta økið. Hetta var/er eisini var partur av mínum vallyftum og eisini vallyftir hjá mínum góðu samgongulimun í Tórshavnar Býráð.
Umframt eitt hav av øðrum tingum sum vit hava framt í nuvverandi býráðssamgongu. Tað er ikki bara bleyt virðir sum eru framd í verki, nej nógv onnur spennadi ting vera framd til gavn fyri borgaran.
Eg eri fastur limur í 4 býráðsnevndum í næstformaður í teknisku nevnd, limur í havnanevndini ,limur í byggi og býarskiparnarnevndini og limur í sosialu nevnd. Eg skal upplýsa tykkum, at tað eru nógv politisk vallyftir framd í verki og fleiri koma aftrat, sum øll samgongan hjá Tórshavanr býráð stendur aftanfyri. Bæði bleyt og ikki bleyt virðir.
Eisini skal nevnast, at Tórshavnar kommuna, hevur staði aftanfyri, at fáa serstovur til børn við autismu í Hoyvíkar skúla og í Frítíðarskúlanumí Hoyvík. Hetta var eisini eitt stór politisk mál hjá mær til býráðsvalið 2008, um tit skuldu ivast í tí?
Men eitt skal sigast, at eg tímdi ikki at svara aftur beinavegin, tí eg helt at tit høvdu tikið fejl, at siga at míni vallyftir ikki vera framd í verki. Men nú havi eg skilt at Heini Gaard meinti tað sum hann førdi fram, tí kemur svarið frá mær nú.
Jú vit hava eina góða býráðssamgongu, sum roynir og ger tað besta fyri borgaran og eisini fyri tann einstaka býráðslimin, alt til gavn fyri Tórshavnar kommunu.
Eg fari ikki, at servera meira fyri tær Heini Gaard og Dimmlætting. Jú tit eru vælkominir til at taka myndir og skriva okkurt positivt um 100 til 130 vitjandi ungdómar í okkara rúsfría umhvørvið í KLUBB 188 í Hoyvík.
Ella kunnu tit kanska logga tykkum inn á hotspotti á Býrbókasavninum og lesa Dimmalætting ókeypis?
So um tit føla tykkum snýttar av mínum vallyftum, ja so hava tit ikki fylt nóg væl við, hvat ið míni vallyftir gingu út uppá til býráðsvalið 2008.
Men lat nú veljaran meta um úrsliti. Men, eg havi framvegis nøkur vallyftir sum skulu førast út í lívið og tíbetur eru meira enn 2 ár eftir av valskeiðnum.
Levi Mørk, býráðslimur
Ingen kommentarer:
Send en kommentar