Tað var eisini endaliga staðfest á eykabýráðsfundi, at nú er sáttmáli gjørdur og undirskrivaður um bussleiðina. Sáttmálin er við Gundur´s Bussar uppá 7 ár og tað er sjálvandi at fegnast um. Tað skal upplýsast, at tað koma 14 heilt nýggjur bussar við nýggjari telji- skipan og GPS útgerð.
Hervið verður tænastan nógv betri, bæði viðvíkjandi kunning og øktum túratalið, sum er við til at betra um tænastuna og harvið betra um tørvin hjá borgaranum. Eisini skal nevnast at túratalið verður 3 ferðir um tíman og at bussleiðin framvegis er ókeypis.
Sum næstformaður í teknisku nevnd eri eg sera fegin um, at nú er komið á mál. Hetta er sera gott, tí tað vóru drúgvar samráðingar millum býráðslimir, um henda sáttmála og nú er so komi á mál og tað er at fegnast um.
Vit vita tað eru ring fíggjarlig kor í landinum og betur er at binda um heilan fingur. Men hóast alt hava vit fingið eina betri bussleið á nógvum leiðum.
Kollfirðingar fáa sera góða bussleið
Vit í teknisku nevnd vóru saman við umsitingini í Kollafirði og høvdu ein borgarafund um bussleiðina og sigast má at kollfirðingar eru nú tiknir uppá ráð. Tí nú kunnu kollfirðingar gleða seg til, at eina bussleið sum eisini koyrir inni í Kollafjørð.
Bussleiðin verður betri hjá kollfirðingum til og frá arbeiði eitt nú til Havnar, soleiðis at tey ikki koma ov seint ella noyðast at bíða ov leingi eftir bussinum.
Eisini er vert at viðmerkja ætlanin við SL skuldi uppí avtaluna er slept. Hetta er at fegnast um, tí hetta fór ikki at geva tað besta úrsliti fyri kollfirðingar. Men framvegis er eingin bussleið leygardagar. Hetta vóru tað ikki pengar til, men hóast tað er tænastustøði hækkað hjá kollfirðingum. Eisini Kirkjubøur og Velbastað fáa betri tænastu.
Skúla- tryggur vegur við Hoyvíkar skúla, er ein stórur bati fyri trygdina hjá børnum og hjá foreldrum
Eg havi sjálvur verið vitni til í fleiri ár í mínum dagliga arbeiði sum leiðari, at ferðsluviðurskiftini við Hoyvíkar skúla á Vegnum Langa er sera vandamikil fyri øll hesi mongu børnini sum ganga í skúla, frítíðarskúla, til ítrótt í ítróttarhøllina í Hoyvík og nú eisini í KLUBB 188.
Foreldrini hava eisini tala at og sagt frá um vandan. Tí tey hava verið sera ótrygg við støðuna, tí tað er somikið nógv ferðsla á Vegnum Langa.
Tí er tað sera gott, at tekniska nevnd hevur gjørt skúla- tryggan veg við Hoyvíkar skúla og har er 2 bussskýli eisini uppsett. Eisini er ferðsluviðurskiftini við barnagarðin í Kollafirði blivin betri.
Enn er langur vegur á mál
Enn er langur vegur á mál, við at fáa øll ferðslu- viðurskifti við skúlar og barnagarðar í kommununi skúla -tryggar, men tekniska nevnd sær hetta sum eitt álvarsmál og hetta verður tíbetur eisini raðfest sera høgt, so her koma uppaftur betri ferðslu viðurskifti uppá pláss tey komandi árini.
Nýtt røktarheim
Eisini samtyktu vit á eyka býráðsfundi mikukvøldi, at nú skal byrja uppá nýggja røktarheimi “Boðanesheimið” sum skal rúma 64 búfólkum.
Vit kenna øll til tørvin á hesum røktarheimi og vit eru nú glað fyri at fyrsti spakin verður settur í. Lat okkum nú vóna at tað ikki koma nakrir forðingar frá landsins myndugleikum, ella broytingar, sum vera við til at oyðileggja hesa framúr neyðugu bygging, sum er til stóra gleði hjá okkara eldru og sum hava stóra tørv á røkt.
Men saman um tikið má sigast at borgarin í Tórshavnar kommunu, hava fingið uppaftur betri tænastur og tað er at fegnast um.
Levi Mørk, Býráðslimur
Ingen kommentarer:
Send en kommentar