Børn við serligum tørvi eru slept uppá fjall hjá Tórshavnar kommunu og frá almennari síðu, tá ið talan er um frítíðarskúlatilboð.
Ja, vit hava ein stóran trupulleika á økinum. Tí tað er einki kommunalt frítíðarskúlatilboð fyri børn við serligum tørvi eftir 2. flokk. Heldur ikki fylgir tilsvarandi játtan við og hølisviðurskiftini á økinum eru sera vánalig.
Hetta er ein neyðloys frá almennar síðu.
Sum er nú er, hava børn ikki krav uppá kommunalt frítíðartilboð aftaná 2. flokk, hetta er eisini
galdandi fyri børn við serligum tørvi, her vísur Almannastovan til hølini hjá Javna í Gundadali.
Har eru, sum eg havi skilt, einans børn við diagnosu innan ADHD/DAMPøkið. Her eru øll børnini í sama frítíðarskúlahøpi. Talan er um børn við autismu og børn við øðrum trupulleikum.
Javni ger eitt gott arbeiði
Men lat meg sláa tað rimmar fast, at Javni og tey starvsfólkini, sum har arbeiða, gera eitt gott
arbeiði. Men tað er ikki her, ið eg rætti fokus, so er tað komið uppá pláss. Eg eri meira eftir, hvussu ið tað almmenna og Tórshavnar kommunan raðfesta børn við serligum tørvi.
Hoyvíkar skúli og frítíðarskúli
Hoyvíkar Skúli hevur gott orð á seg sum ein frálíkur skúli, ið ger eitt gott arbeiði fyri teir veiku
næmingarnar. Hetta er eisini galdandi í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har sera væl útbúgvið fólk,
tekur sær av børnum við serligum tørvi, men her skal meira til.
Ov lág játtan til betri karmar
Her fylgir eingin fíggjarlig játtan til betring av karmunum, sum er eitt krav, um tú skalt hava ein
muna góðan kvalitet á økinum. Sjálvt um Tórshavnar kommuna roynir, at fylgja við, er støðið ikki gott nokk í dag. Nei, her er nógv eftir til, at støði skal vera betri.
Øll hava ymiskan tørv
Foreldur skríggja um hjálp og um betri fakligt innihald, fakligt støði og betri karmar, etc, men einki hjálpir. Øll serbørn vera bólkað, sum tey eru, eins og hava sama tørv. Tú mást hyggja at tí einstaka barninum, og øll børn hava jú ymiskan tørv. Tað eru alt ov nógvar fyri bilsloysnir á økinum, hvat við at finna eina verandi loysn,
Eg eri troyttur av fyribilsloysnum
Nei, her vantar yvirornað politisk stev, har bæði kommunalir og landsins myndugleikar síggja veruleikan í eyguni og steðga øll um, sum eitur fyri bilsloysir. Eg eri troyttur av øllum hesum fyri bilsloysn um á hesum økið.
Børn og avvarðandi eru gíslar
Nei, lat okkum fáa skil uppá hetta økið við at útbyggja verandi karmar í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har pláss vera til børn við serligum tørvi, heilt upp til 4. til 5. flokk. Ella gera ein nýggjan bygning, sum loysir trupulleikan, og harvið fjerna vit fyribilsloysnir. Tí tað eru børn og foreldur, sum í seinasta enda eru gíslar í hesum málið.
Hetta er ein tvørpolitisk avgerð.
Her krevst ein tvørpolitisk avgerð um, millum land og kommunu, har eg haldi, at hetta økið skal yvirtakast, og har Tórshavnar kommuna fær fulla ábyrgd á økinum og tað fíggjarliga fylgjur við.
nakað fyri øll.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar