Í starvsvenjingEg minnist aftur á árið 1998, tá ið eg var ístarvsvenjing á ”Holbæk fritidscenter” í Holbæk í Danmark. Eg var sera yvirraskaður av, at børnini í frítíðarskúlanum longu í 1998 vóru von við at skilja rusk. Børnini høvdu ikki loyvi til at hava breyði í matpakkanum, innpakkað í silvurpappír.
Eg visti ikki nakað um grønan politikk.
Eg fór, at undrast hví, hetta var soleiðis. Tí grønur politikkur var fullkomliga ókendur fyri
meg sum føroyingur. Eg var vitandi um umhvørvi og vanda fyri tí ringa, um tú dálkar ov nógv. Men ein grønan politikk innan dagstovnar kendi eg einki til.

Holbæk hevur ein góðan grønan politikk.
Jú, eg spurdi mín veðleiðara og hon svaraði mær, at Holbæk kommuna hevði ein fastan politikk á
økinum, og tað var galdandi fyri allar stovnar hjá kommununi.

Børnini lærdu meg.
Starvsfólkini høvdu til uppgávu at læra børnini at skilja rusk, eta grønt, spara uppá hita, spara uppá ravmagn og spara uppá vatn o.s.v. Eisini var endurnýsla av pappíri og mjólkapakkun inni í
myndini. Eg var sera bilsin, men eg vandi meg skjótt við tankan og gjørdi tað sama sum hini
starvsfólkini. Um eg var í iva, søgdu børnini mær frá, hvussu ið eg skuldi skilja rusk?

Gularótin var grønasti stovnur.
Eg var sera yvirraskaður, hvussu væl øll starvsfólk vóru greið yvir henda politiska boðskap frá Holbæk kommunu. Gularótin var, at hvørt ár fekk grønasti stovnur hjá Holbæk kommunu eitt heiðursbræv og gávu uppá, hvør hevði megnað uppgávuna best og grønast.
Ein partur av námsætlan.
Í hesum frítíðarskúla, har eg var í starvsvenjing, har høvdu tey tilskiljað henda politikk inn í teirra námsætlan fyri stovnin. Hetta var ein partur av teirra námsfrøðiligu ætlan at læra børnini um grønan politikk. Men hetta var eftir tí fasta og góða politikkinum hjá Holbæk kommunu.

Hygg á heimasíðuna hjá Holbæk kommunu.
Sí annars á heimasíðuni hjá ”Holbæk kommune”Endurgeving av link.http://www.holbaeknettet.dk/site.aspx?LangRef=1

Umhvørvisvikan.
Ja, vit hava nógv at læra, her hjá Tórshavnar kommunu. Men eg veit, at Hoyvíkar skúli hevur ein góðan grønan politikk, har tey m.a. hava”Umhvørvisviku”, sum eisini er ein partur av politikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Vit skulu hava ein meira sjónligari politikk á økinum.
Vit skulu hava ein meira sjónligan grønan politikk á økinum. Har vit í tí dagliga hugsa grønt, ikki bert í eina viku. Nei, hetta skal vera ein fastur politikkur hjá Tórhavnar kommunu. Har skúlar og stovnar generelt, eru meira tilvitað um hetta grøna økið.
Lat okkum hugsa grønt.
Ja, lat okkum hugsa grønt, nú allir dagstovnar hjá Tórshavnar kommunu skulu/eru í gongd við, at gera námsætlanir fyri dagstovnaøkið.

Vel Levi Mørk, eg hugsi eisini grønt - Fá nýtt stev-vel Lev!
Ingen kommentarer:
Send en kommentar