lørdag den 21. februar 2009


Børn við serligum tørvi eiga ongan góðan
Landsins leiðsla, legg frá tykkum
Levi Mørk. Mikudagur 18. februar 2009, kl. 12.5934/132 - Meiningar


Levi Mørk
Eg má hervið harðliga átala ta skomm og viðferð, børn við serligum tørvi fáa frá almennari síðu. Hetta er púra galið, og enn einaferð gongur hesin fólkaflokspolitikkur frá almennari síðu út yvir tey veiku í okkara samfelag.

Her meini eg við tær sparingar, sum verða framdar innan Nærverkið, har Trivnaðartænastan hevur fingið boð um at spara 2.3 milliónir og hetta merkir at sambýlið á Pætursgøtu verður niðurlagt og øll starvsfólkini verða uppsøgd.

Sambýlið á Pætursgøtu

Hetta er einasta stað í Føroya landi, har ið tú hevur spesialisering, tvs. fakfólk, sum taka sær av børnum við Asperger Syndromi. Eisini við tí fyri eygað at børn við Asperger Syndromi verða vird fyri tað, sum tey eru.

Stórt bakkast og skomm yvir landsins leiðslu

Her verða vit skotin fleiri ár aftur í tíðina. Eg havi sjálvur arbeitt nógv ár við børnum við autismu, og eg veit, hvat ið eg tosi um. Hetta er eitt stórt afturstig á námsfrøðiligu leiðini fyri okkara land og ikki at gloyma tey stakkals børn og avvarðandi. Eg skammist av tykkara avgerðum. Sjálvandi blivu starvsfólkini á Sambýlinum á Pætursgøtu ikki tikin við uppá ráð, tá ið tit tóku hesa skammiliga avgerð.

Hvar eru tey bleytu virðini?

Landsstýrskvinnan í almannamálum. Rósa Samuelsen, gjørdi herfyri púra greitt, at sparingarnar fóru ikki at raka stovnarnar undir Nærverkinum. Ja, Rósa Samuelsen, landstýriskvinna og fíggjarnevndin, her ruggar ikki rætt. Ja, fíggja bara fleiri tunlar o.a., og lat tey veiku vera veikari?

Hvar eru tey bleytu virðini og tykkara vallyftir?

Nei, hetta er fólkafloksleiðsla, sum herskar í okkara landi. Hvar er Javnaðarflokkurin, og hvar er andstøðan í hesum avgerðum, og hvar eru tey bleytu virðini, sum tit so mannliga skrivaðu og lovaðu um til løgtingsvalið ?

Legg frá tykkum

Tit, ið ráða, mugu finna sparingar aðrastaðni. Hvat við, at tit spara upp egnar lønir og samsýningar. Fara tit eisini at spara á Føroya Barnaheimi, og hvat verður tað næsta?

Skal Tórshavnar kommuna yvirtaka serstovnaøkið?

Eg haldi, at samgongan hevur spælt fallitt og burdi lagd frá sær í stundini. Kanska hopa tit uppá, at Tórshavnar kommuna yvirtekur serstovnaøkið ella hvat? Tað hevði eftir mínum tykki verið mest skilabest. Vit hava yvirtikið dagstovnaøkið við frálíkum úrsliti, sum bert gongur framá. Ja, vit kenna øll søguna hjá teimum eldru í Tórshavnar kommunu og generelt í landinum. Nú standa børn við Asperger Syndrom og heimleys børn fyri tørni.

Eg havi eitt orð til tykkum: Stór skomm og legg frá tykkum í skundini.

VinarligaLevi Mørk, námsfrøðingur og býráðslimur hjá Tórshavnar kommunulimur í sosialu nevnd og nevndarlimur fyri Føroya Barnaheim

Ingen kommentarer: