Skrivað hevur: Levi MørkMánadagur 15. juni 2009, kl. 13.09, 111/132 - Meiningar
Nú sparingar eru í tí føroyska samfelagnum, fari eg at heita á landsins myndugleikar og politikarar hjá Tórshavnar kommunu, um at vera ansin í hesum krepputíðum og ikki spara okkum eftir reyv, við serligum atliti til barna og ungdómsøki.
Fíggjarligu útlitini eru ikki góð Vit síggja jú sparingar alla staðni, fíggjarligu útlitini og framskrivingar síggja ikki góð út við minni inntøkum og sparingum. Vit hava longu fleiri dømir um hópuppsagnir, og at stovnar hjá landinum og kommunurnar noyðast at spara. Vit noyðast at fyribyrgja.
Vit fara tíverri, at síggja fleiri, sum noyðast at rýma frá hús og heimi, orsakað av hesari fíggjarkreppu, serliga eru tað barnafamiljur hetta gongur út yvir. Eg fari tí serliga at heita á Tórshavnar kommunu, um at fyribyrgja innan barna -og ungdómsøki. Um ikki vit arbeiða skilagott, fer hetta at kosta meira fyri land og kommunur komandi árini.
Fleiri góðar loysnir.
Um vit skulu hyggja eftir her hjá okkum í Tórshavnar kommunu, so er alneyðugt, at vit finna verandi loysnir innan ungdómsøki, og her eru nógvar góðar loysnir at finna, sum ikki kostar nógvar pengar, vit hava fleiri hølir, sum vit kunnu leiga, bæði til ungdómshús og til frítíðarvirksemi. Tað er eisini møguleiki fyri at fíggja hetta við einum forsvarligum brúkaragjaldi og foreldragjaldið, sum vit kenna aðrastaðni frá. Noyðast at fáa eitt ungdómshús í HoyvíkVit noyðast at viðurkenna, at eitt nú í Hoyvík eru nógvar barnafamiljur, sum hava sett búgv, og her er stórur tørvur á einum ungdómshúsið.
Í Hoyvík eru góð hølir sum kunnu brúkast til endamálið. Fleiri hølir kunnu nýtast til ungdómsvirksemi.
Bæði Frítíðarskúlin í Hoyvík og onnur hølir eru klokkuklár til endamálið. Hesar loysnir eru ikki dýrar fyri Tórshavnar kommunu, men ein verandi og fyribyrgjandi loysn fyri framtíðina. Hetta verður til stóra nyttu fyri okkara børnum og ungum. Eisini fer hetta at lætta nógv um hjá øllum barnafamiljum í Hoyvík.
Vit fáa rokningina seinniUm vit ikki eru fyribyrgjandi á barna - og ungdómsøkinum, eri eg stúrin fyri, at støðan hjá mongum verður sera ring, og tað verða tey, sum eru ringast fyri, ið fíggjarkreppan fer at raka, og hetta fer at síggjast aftur hjá okkara børnum og ungum. Vit mugu ikki gloyma útjaðaranVit mugu eisini hugsa um, at hetta er eisini galdandi alla Tórshavnar kommunu fyri, men mest fyri Hoyvík, Kollafjørð, Argir og Nólsoy.
Margarinfabrikkin eitt gott dømi.'
Eitt gott dømi um fyribyrgjandi arbeiði hjá Tórshavnar kommunu er Margarinfabrikkin, her er gjørt eitt megnar arbeiði seinastu árini fyri børn og ungum, serliga hugsi eg um “Street Teams”, sum hevur verið við til at fyribyrgja og minka kriminalitetin í Havn. Vónandi stendur alt Tórshavnar býráð saman um at fyribyrgja á barna og ungdómsøkinum í hesum krepputíðum.
Tað er henda vegin, vit skulu hugsa, tí børn og ung er okkara framtíð. Eg fari at gera mítt til fyri, sum at verja hetta øki, og vóni allir býráðslimir hjá Tórshavnar kommunu hugsa á sama hátt, nú vit noyðast at spara á øllum økjum í okkara kommunu.
Ja, nú er tíð uppá vit vera umhugsin og ikki spara eftir reyv, men vera fyribyrgjandi á barna og ungdómsøkinum.
Vh. Levi Mørk, námsfrøðingur og býráðslimur hjá Tórshavnar kommunu.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar