Skrivað hevur: Levi Mørk 02-04-2009
Fyrsti dagur í apríl 2009, var ein søguligur dagur við framløgum av námsætlanum hjá dagstovnum hjá Tórshavnar kommunu á Margarinfabrikkini í Havn.
Hetta er ein søguligur dagur hjá okkum námsfrøðingum, har vit fáa meira kvalitet og seta orð á okkara arbeiði við børnum. Hetta er eisini fyri fyrstu ferð, at vit veruliga seta orð á, hvat ið vit gera, vilja náða og hvussu við náða okkara námsfrøiligum málum innan námsfrøði á dagstovnaøkinum.
Eingin journalistur ella nakar frá fjølmiðlunum!
Men har var eingin journalistur ella nakar frá fjølmiðlunum til staðar, sum kundi varpa ljós á okkara námsfrøðiliga økið, á hesum søguliga degi innan okkara námsfrøðiliga økið.
Børnini vóru tilstaðar við livandi sangi og sjónleiki!
Eisini á hesum søguliga degi, vóru frálíkar námsætlanir lagdar fram og har vóru framtíð okkara t.e børnini sum sungu frá hjartanum eisini var ein sjónleikur vístur, sum dagstovnurin í Øksnageri stóð aftan fyri.
Føroya Pedagogfelag og Tórshavnar býráð vísti áhuga.
Har var annars formaðurin í Pedagogfelagnum Jarvin F. Hansen og onnur úr nevndini sum vístu teirra áhuga fyri degnum. Fyri Tórshavna býráð komu Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Bogi Andreasen og eg sjálvur. Eg og Bogi umboðaði eisini okkara stovnar.
Er eingin virðing millum fjølmiðlar um námsfrøðiligt innihald hjá okkara børnum?
Her var eingin frá okkara fjølmiðlum. Hetta harmar meg, tí hetta er fyrstu ferð, at okkara námsfrøðiliga øki á dagstovnaøkinum, veruliga kan seta orð á dagligdagin hjá okkara børnum við námsfrøðiligum innihaldi, sum er ein góð íløga fyri okkara samfelag í framtíðini.
Men lat meg siga tykkum fjølmiðlum og øðrum hvat ið ein námsætlan inniber.
Endurgeving byrjar."Námsætlanir fyri dagstovnar og dagrøkt
Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 38. frá 9. mai 2006, er ein kunngerð frá 4. mai 2006 um virksemi o.a. á dagstovnum og í dagrøktum. Í kapitul 3, grein 3 stendur: “Dagstovnurin eigur at seta orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at vera nádd fyri hvønn aldursbólk av børnum, og hvussu hetta skal setast í verk.”
Tórshavnar kommuna, hevur álagt øllum stovnum at gera eina námsætlan.
Tórshavnar kommuna hevur síðani álagt øllum stovnum í kommununi at gera eina námsætlan og hevur eisini gjørt nøkur uppskot og ein frymil, sum stovnarnir kunnu nýta. Teirra mál er/var, at innan 1.mars 2009, skulu allir stovnar í kommununi hava hvør sína námsætlan. Seinni var dagurin settur til at vera 1.aprí 2009.
Eftir frymilinum frá Tórshavnar kommunu, er menningin hjá børnunum
býtt í hesi sjey evni:
1.Persónligir førleikar – barnið sum serstakt menniskja
2.Sosialir førleikar – barnið sum partur av felagskapinum
3.Skapandi evni – skapandi og úttrykksfulla barnið
4.Heilsa og rørsla – aktiva og sunna barnið
5.Mál og samskifti – samskiftandi barnið
6.Náttúra og umhvørvi – barnið sum partur av náttúruni
7.Siðir og mentan – barnið sum partur av einari mentan
Vit og børnini høvdu annars ein frálíkan fyrrapart á Margarinfabrikkini.
Ja, eg undrist bara og saknaði tykkum fjølmiðlar. Var hetta ein ov góð søga at varpa ljós á ella hvat?
Vit og børnini høvdu annars ein góðan dag á Margarinfabrikkini.
Vh. Levi Mørk,
Leiðari fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík
og býráðslimur hjá Tórshavnar kommunu.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar