![]() |
| Tilvildarlig mynd |
Hósdagur 22. juli 2010, kl. 12.12, 138/133 - Meiningar
Um ætlanin hjá Rósu Samuelsen landsstýriskvinnu at niðurleggja hesi 33 pláss á sambýlinum kring landið og proppa tey inn á hesi 4 nýggju ellis og- røktarheimini, ja, so er grundarlagið tikið burtur við at byggja hesi ellis- og røktarheim.
Eisini verður tørvurin og bíðitíðin longri. Fleiri finnast at hesari ætlan, bæði fakfeløg og eitt nú borgarstjórarnar í Vági, Tvøroyri og á Eiði. Hetta er eisini væl skiljandi, og skattakrónurnar fara eisini at minka hjá kommununum, meðan útreiðslan verður størri hjá kommununum kring landið.
Tað er eisini púra galið, at fara nú at fremja eina sparing, sum beinleiðis fer at økja um trýstið á hesum komandi nýbygging av ellis- og røktarheimum.
Sitandi løgtingssamgonga hevur sett sær fyri at byggja og játta stuðul til kommunur til 4 nýggj røktar- og ellisheim t.e. í Vági, Vestmanna, Klaksvík og í Havn.
Tað vera komandi árini 136 nýggj búpláss til tey gomlu við akuttum røktarheimstørvi, sum landið og kommunurnar hava sett sær fyri at fremja. Tað vera 24 búpláss í Vági, 24 búpláss í Vestmanna, 24 búpláss í Klaksvík og 64 búpláss í Havn. Hetta er sera átrokandi, og tað er at fegnast um, at hetta nú verður gjørt.
Eftir mínari áskoðan er tað púra galið at fremja eina sparing, sum beinleiðis fer at økja um trýstið á hesum nýggju ellis- og røktarheimum, í staðin fyri sum ætlað at lætta um bíðitíðina og lætta um tørvin.
At geva við einari hond og taka dupult aftur við hinari. Tey eldri og kommunurnar gjalda gildið.
Men tað kann ikki vera skilagott, at fara nú og finna sparingar innan sama øki, hetta er at geva við einari hond og taka tað aftur við hinari.
Tann, sum betalir prísin, eru tey eldru og teirra avvarðandi, og rokningin verður sum ikki einaferð koyrd til kommunurnar at umsita.
Vónandi spælir alt hetta væl av, og Javnaðarflokkurin vísir seg sum ein, ið berjist fyri teimum veiku í okkara samfelag.
Tað er at verja okkara veiku t.e. millum annað okkara eldru og børn, hetta er eisini partur av høvuðsendamálunum hjá Javnaðarflokkinum. Eg fegnist um, at Hans Pauli Strøm og aðrir javnaðarmenn nú eru ímóti hesari sparing við at niðurleggja hesi 33 plássini.
Nú er at halda fast og finna sparingina innan umsitingina hjá landinum?
Levi Mørk,
limur í sosialu nevnd hjá
Tórshavnar kommuna

Ingen kommentarer:
Send en kommentar