Skrivað hevur: Levi Mørk
Mánadagur 26. apríl 2010, kl. 13.00, 78/133 - Meiningar
Nú 3. mai 2010 byrjar arbeiðið eftir ætlan uppá útstyggingina við Myllutjørn í Hoyvík
Eg haldi at henda byggiætlan er eitt gott alternativt við hesum 200 m² húsinum í mun til tey vanligu sethúsini, sum fólk byggja í dag. Ein orsøk er, at nógv fólk vilja búgva í Hoyvík, og kommunan vinnur harvið byggilendi, tí bíðilistin er stórur, og tú kanst byggja upp til 3 hæddir uppeftir. Harvið vinnur kommunan jú byggilendi. Hetta at byggja uppeftir er jú eisini vanligt aðrastaðni, har kraftsentir eru.
Henda bygging er góð og vinarlig fyri barnafamiljur, eisini er henda byggiætlan góð fyri tey eldru, tí tú eisini kann byggja við bert einari hædd, og harvið er tað meira eldravinarligt.
Eg frøist um, at hetta arbeiði nú byrjar, og hetta fer at lætta um langa bíðilistan uppá grundøkir í kommununi, og samstundis fer hetta at skapa meira trivnað og aktivitet í Hoyvík, men hetta ger eisini, at tørvur er á øðrum facilitetum í Hoyvík innan mentanarøki og vinnuøkið veksur. Tað er eisini ein tørvs-avbjóðing, sum Tórshavnar kommuna alla tíðina arbeiðir við.
Tað er jú ikki nokk at bjóða grundøkir og sethús, tí karmarnar og aktivitetir rundan um búseting mugu eisini vera til staðar. Tað hevði verið frálíkt við nógvum vinnulívi í Hoyvík, her hugsi eg bæði um bankar og handlar.
Men, at arbeiðið við Myllutjørn nú byrjar 3. mai 2010, er ein stór frøi fyri menningina í Hoyvík. Ein skal eisini hava í huga, at hetta fer at geva nógv arbeiði við sær, serliga innan byggivinnuna, sum er ein vinna, sum hevur tað trupult í løtuni.
Eg loyvið mær at endurgeva hetta úr byggiætlanini:
”Eystan fyri Karlamagnusarbreyt og norðan fyri Hoyvíkar skúla er eitt øki, sum er um 22.000 m² til víddar. Økið verður útstykkjað til 64 grundøkir, ið eru uml. 200 m² til støddar hvørt. Alt grundøkið er tó 300 m², tí uml. 100 m² eru partur av fríøkinum, nevnd tún.
Túnini eru trý, og atkomandi er til tey frá Karlamagnusarbreyt. Tað verða tríggir atkomuvegir til útstykkingina frá Karlamagnusarbreyt.
Eftir komuvegnum frá Karlamagnusarbreyt kunnu bilar og fólk koma inn í túnini, ið verða miðsavnandi fyri býlingin. Úr túnunum verða gøtur til húsini. Felags parkering, ruskinnsavnan, møguliga postskipan, bilvask, spæl o.a. hjá yngri sum eldri verður miðsavnað um túnini. Til hvørt túnið eru uml. 20 hús.
Húsini, sum verða uml. 55 m² til støddar og í mesta lagi 3 fullar hæddir, koma at standa á einum grundøki, ið er uml. 200 m². Úthúsini/bilhúsini eru uml. 20 m²."
Tað er Byggifelagið Hansen og Jacobsen, ið standa fyri arbeiðnum, og Uni Patursson, sum hevur prosjekterað og sum hevur byggieftirlitið.
Eg eri ikki í iva, at henda byggiverkætlan verður eitt prýði fyri Hoyvík og Tórshavnar kommuni.
Levi Mørk,
limur í bygginevndini fyri Myllutjørn

Ingen kommentarer:
Send en kommentar