![]() |
| Tórshavnar kommuna hevur samtykt, at halda áfram við ungdómsvirkseminum í Hoyvík |
Fríggjadagur 4. juni 2010, kl. 12.59, 104/133 - Meiningar
Eg fegnist um, at mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur samtykt, at ungdómsvirksemið í Hoyvík heldur fram og kemur á fíggjarlógina frá 1. januar 2011
Nú kann ungdómurin í Hoyvík kenna seg tryggan og hava sítt egna stað og ikki stúra fyri, hvat víðari skal henda.
Hesar 3 mánaðirnar, sum royndartíðin hevur verið, hevur tað gingið sera væl, og um 100 ung hava vitjað í meðal, hvørja ferð opið hevur verið. Bæði ung og foreldur í Hoyvík eru sera fegin um hetta tiltakið og hava vónað, at tað fór at halda fram.
Vit fara sum eitt tað fyrsta at avdúka eitt navn til ungdómshúsið í Hoyvík. Vit hava longu havt navnakapping millum tey ungu, og fleiri góð nøvn eru at velja ímillum.
Ætlanin er eisini at hava diskotek fast eina ferð um mánaðin, tá ið vit byrja aftur 1. september 2010.
Eisini eftirmeta vit støðuna alla tíðina, og tað fara at verða ymiskar broytingar, eitt nú ber til at hyggja eftir nær opið er og vit ivast um tað er rætt, at tey sum eru 13 ár og tey sum eru 18 ár, skulu vera saman til frá kl. 22 til kl. 02 leygarnátt. Hetta er ov stórur aldursmunur, og tey, sum eru 13 ár, eru jú menningarliga á einum øðrum støði enn tey, sum eru 18 ár. Her skal skipast eitt sindur øðrvísi.
Eisini fara vit at gera ymiskar reglar fyri teimum ungu og ein limalista. Vit hava eitt rúsfrítt umhvørvi og gera eitt fyribyrgjandi arbeiði við ungdómshúsinum, og vit eru jú her fyri at fyribyrgja at herverk og annað ikki hóskandi atburður ikki henda.
Levi Mørk

Ingen kommentarer:
Send en kommentar