Levi Mørk: Finn sparingina innan umsitingina |
Suðuroyarportalurin tann 21.07.2010 kl. 23:03 |
| Tíðindi >> Lesarin skrivar |
Um ætlanin hjá Rósu Samuelsen landsstýriskvinnu, at niðurleggja hesi 33 pláss á sambýlinum kring landið og proppa tey inn á hesi 4 nýggju ellis og- røktarheimini, ja so er grundarlagið tikið burtur við at byggja hesi ellis og røktarheim.
Eisini verður tørvurin og bíðitíðin longri. Fleiri finnast at hesari ætlan, bæði fakfeløg og eitt nú borgarstjórarnar í Vági, Tvøroyri og á Eiði. Hetta er eisini væl skiljandi og skattakrónurnar fara eisini at minkað hjá kommununum, meðan útreiðslan verður størri hjá kommununum kring landið.
Tað er eisini púra galið, at fara nú at fremja eina sparing, sum beinleiðis fer at økja um trýsti á hesum komandi nýbygging av ellis og røktarheimum.
Sitandi Løgtings- samgonga hevur sett sær fyri og at byggja og játtað stuðul til kommunur til 4 nýggj røktar- og ellisheim t.e. í Vági, Vestmanna, Klaksvík og í Havn.
Tað vera komandi árini 136 nýggj búpláss, til tey gomlu við akuttum røktarheims- tørvi, sum landið og kommunurnar hava sett sær fyri at fremja. Tað vera 24 búpláss í Vági , 24 búpláss í Vestmanna, 24 búpláss í Klaksvík og 64 búpláss í Havn. Hetta er sera átrokandi og tað er at fegnast um, at hetta nú verður gjørt.
Eftir mínari áskoðan er tað púra galið, at fremja eina sparing, sum beinleiðis fer at økja um trýsti á hesum nýggju ellis -og røktarheimum, ístaðin fyri sum ætla at lætta um bíðitíðina og lætta um tørvin.
At geva við einari hond og taka dupult aftur við hinari. Tey eldri og kommunurnar gjalda gildið.
Men tað kann ikki vera skilagott, at fara nú og finna sparingar innan sama øki, hetta er at geva við einari hond og taka tað aftur við hinari.
Tann sum betalir prísin eru tey eldru og teirra avvarðandi og rokningin verður sum ikki einaferð koyrd til kommunurnar at umsita.
Vónandi spælir alt hetta væl av og Javnaðarflokkurin vísir seg sum ein í berjist fyri teimum veiku í okkara samfelag.
Tað er at verja okkara veiku t.e. millum annað okkara eldru og børn, hetta er eisini partur av høvuðsendamálunum hjá Javnaðarflokkinum. Eg fegnist um at Hans Pauli Strøm og aðrir Javnaðarmenn, nú eru ímóti hesari sparing, við at niðurleggja hesi 33 plássini.
Nú er at halda fast og finna sparingina innan umsitingina hjá landinum?
Levi Mørk, limur í sosialu nevnd hjá
Tórshavnar kommuna
Ingen kommentarer:
Send en kommentar