Levi Mørk: Internet samband til ferðandi hjá land og kommunu! |
Suðuroyarportalurin tann 05.10.2010 kl. 20:16 |
| Tíðindi >> Lesarin skrivar |
Internet samband til ferðandi hjá land og kommunu!
Eg havi skriva nógv um hetta mál, um at fáa hotspots økir innan tað almenna. Serliga havi eg hugsa at bjóða ferðandi í Tórshavnar kommunu internet samband, har sokallaði hotspots vera uppsett. Har ein td. kundi byrja á býðarbókasavninum og bjóða tænastuna aðrastaðni hjá Tórshavnar kommunu. Eitt nú til ferðandi. Men, her eru fleiri atlit sum skulu takast og Tórshavnar kommuna arbeiðir við málinum.
Eg frøðist nú um at Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, nú tekur málið upp um at fáa internet samband til ferðandi umborð á Smyril. Hetta skuldi verið komið beinavegin, tá ið nýggji Smyril kom. Men betur seint enn ongantíð. Vit mugu fylgja tíðini og ikki allatíðina vera aftanfyri innan KT-øki og
samskifti.
Tað almenna kann bjóða hesa tænastu út og finna onkran sum vil gera íløguna. Tað eru fleiri sum kunnu bjóða hesa tænastu, ikki bara Føroya Tele sum eg vanti er ímóti, at fáa hotspotsøkir, tí Føroya Tele bjóðar 3G, og Føroya Tele fer at missa kundar, um onnur koma inn á teirra øki. Men, tíbetur eru tað onnur sum kunnu gera eina tílíka skipan.Eg frøðist nú um at Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, nú tekur málið upp um at fáa internet samband til ferðandi umborð á Smyril. Hetta skuldi verið komið beinavegin, tá ið nýggji Smyril kom. Men betur seint enn ongantíð. Vit mugu fylgja tíðini og ikki allatíðina vera aftanfyri innan KT-øki og
samskifti.
Í Tórshavn eru nøkur hotspots økir, serliga eru tað privat vinnurekandi sum bjóða
hotspots/internet samband til gestir.
Nú er tíð uppá at land og kommunur, kunnu bjóða internet til ferðandi. Her hugsi um internet /hotspots samband umborð á ferjum, ferjumlegum, bussum og á øðrum almennum stovnum. Næsta stigið kundi verið á Landsbókasavninum, býðarbókasøvnum osv. Sum nú er er tænastan ikki tilstaðar. Hetta er langt úti eftir mínari fatan. Hugsar tær til at fari ein túr við bussinum til Kollafjarðar ella Klaksvíkar og kunna logga teg á á eina Hotspots Wi-Fi skipan. Hetta er púra vanligt í okkara grannalondum og tað eru nógv fólk sum nýta busssamband fleiri tímar um dagin.
Tað almenna má fylgja við og ikki halda at alt kemur av sær sjálvum!
Tað er eingin forðingur fyri at td. kommunur og landið bjóða hesa tænastu, um
borgarin betalir fyri tænastuna og at onkur privatur vinnurekandi stendur aftanfyri
tænastuna. Men, besta loysnin er at tað eru frítt internet, sum vit kenna frá Danmark, bæði í tokum, bussum og á Ríkissjúkrahúsum í Danmark. Ja, listin er langur og eg fari ikki at nevna alt her. Men, fritt internet skulu vit ikki vanta at fáa í hesari kreppu tíð.
Eftir mínum tykki er 3G, besta loysnin, men henda tænastan er ser kostnaðarmikil og tað føroyska netið er ikki í top , til eina 3G skipan. Um vit fáa internet /hotspots samband umborð á Smyril, eru fleiri atlit sum skullu kannast. Tað er trygd, fylgisveinanet og alt tað tekniska sum er við tílikar skipan. Eitt annað er 3G, har er tað føroyska netið ikki í top og GSM sambandi umborð á Smyril er heldur ikki i lagið.
So her eru fleiri ting sum skullu skipast áðrenn, tílík tænasta kann bjóðast almenna
rúminum, men hetta er ein íløga sum krevst fyri at vit føroyingar kunnu vera stoltir
av okkum sjálvum og fylgja við tíðini eisini innan KT-øki.
Sum nú er fylgja hvørki land ella kommunur við á KT- økinum, við serligum atliti til
at bjóða hesa tænastu til vanliga borgaran. Hetta er eisini sera gott fyri okkara
ferðavinnu.
Mín áheitan er á land og kommunur at fylgja við á hesum øki og at bjóða internet
samband til ferðandi , má vera fyrsta stigið. Men enn er nakað eftir á mál.
Levi Mørk, býráðslimur
hjá Tórshavnar Kommunu
samband til ferðandi , má vera fyrsta stigið. Men enn er nakað eftir á mál.
Levi Mørk, býráðslimur
hjá Tórshavnar Kommunu
Ingen kommentarer:
Send en kommentar